Rógvi eitt flott annaðpláss í Odense

Á nýggjárinum rann okkara sterki og skjóti rennari, Rógvi Kárason, við í einari 10 km kapping í Odense. Við vóru um 500 rennarar og Rógvi gjørdi ikki mætari enn at koma á mál, sum nummar tvey, við tíðini 32.27. Framman fyri hann var Andreas Lommer, sum er ein sterkur, danskur rennari. Tíðin hjá Rógva er…

Jacob og Karoline vunnu VK3

VK3 er seinastu árini runnið í Kollafirði og soleiðis var eisini í ár. Rutan er so at siga sløtt og góður møguleiki fyri at seta ferðina upp. Og tað var í ár at rutumet varð sett, tí fyrsti rennarin kom á mál við tíðini 32.02. Tað var danin Jacob Ejby Stengaard, sum var tann skjótasti.…

Stuðulin frá TM latin í dag

Til eina hugnaliga løtu í Bragdahúsinum í dag, handaðu vit loksins stuðulin frá Tórshavn Marathon 2024. Tað er soleiðis, at tá meldað verður til gongu ½ marathon, fara 100 kr av hvørjari tilmelding til feløgini, vit hava valt at stuðla og sum vit samstarva við. Har aftrat kunnu øll, sum melda til onkran tein til…

Hallur Holm gjørdi tað aftur

Hallur setir sær høg mál! Og ofta eru tey long og vara leingi. Hesa ferð hevur hann runnið til HM í “Backyard Ultra” við danska landsliðnum og ikki kann sigast annað enn at tað gekk ordiliga væl. Hallur betraði um føroyska Backyardmetið, hann sjálvur setti og rann hesa ferð ikki minni enn 268km, tvs 40…

Jan the man!

Jan Eysturtún Niclasen er ein av teimum nýggjaru vaksnu limunum í Bragdinum. Hann er nógv úti í verðini, er skipari og siglir við Mærsk, men tá hann er heima, rennir hann við Bragdinum. Serliga sunnumorgnar. Jan spældi nógv hondbólt, men gavst og fór so at renna nøkur ár seinni. Og tað sær út til at…

Rógvi Kárason í stórformi!

Fyrrapartin í dag var HCA marathon skotið í gongd og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá mæta, danska skaldinum, H.C. Andersen, Odense. Og har av kemur navnið á marathonkappingini, um onkur ivast 🙂 Marathonrutan verður søgd at vera tann skjótasta rutan í Danmark, ella eisini verðins skjótasta, og fleiri ferðir hava føroyingar luttikið har…

Bragdahópur við til DMU

Vikuskifti 7.-8. september var eitt ferðalag úr Bragdinum og luttók í DMU. Seks Bragdaungdómur vóru í ferðalagnum og so kom Tummas, sum lesur í Keypmannahavn, aftrat hópinum. Leygardagurin, fyrri dagurin: Óðin Glerfoss rann 100m á 12.52 sek (ÁB), +0,5 Sofía Højgaard rann 100m og tíðin var 14,11 sek, +0,9 Brá Mohr rann 100m við tíðini…

FM børn og ung

Vikuskiftið 30./31.august og 1.september var kappast um føroyameistaraheitið í frælsum ítrótti á breyt. Hesa ferð vóru tað børn og ung, sum kappaðust. Nógvir startir, spent børn og góðir og stuðlandi áskoðarar. Persónlig met, okkurt bólkamet og nøkur fóru heim við heiðursmerkjum. Veðrið var av tí fagrasta alt vikuskiftið og bara tað gjørdi, at hýrurin var…

Úrmælingarnir Jónas og Eiri

Í vikuni var heimsmeistarskap í frælsum ítrótti í U20 hildið í Lima í Peru. Bragdið var umboðað, tó ikki í okkara bláa felagsliti. Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vóru við danska landsliðnum, tí tað ikki ber til at umboða Føroyar. Jónas rann 200 m innleiðandi hóskvøldið. Hann hevur stríðst við skaða, men á…

Faroe Express Stafettin ein sólskinsøga

Metluttøka – 488 lið og tilsamans 1464 luttakarar! Og vit eru ovurfegin, tí Faroe Express Stafettin eydnaðist so sera væl. Tilmeldingin lat upp í vár og tá freistin var farin, var aftur metluttøka. Gongufólk og rennarar, kappingarsinnaði og tey, sum runnu til stuttleika. Øll kundu koma við til ársins stuttligasta tiltak fyri arbeiðspláss. Nógv var…