Sunnudagin 13. august var FM í 10000 m á Tórsbreyt. Aftur hesa vóru bara mannligir luttakarar, 5 í tali, allir úr Bragdinum.
Veðrið var avbera gott, ella sjáldsama gott, heitt og ikki eitt lot.
Oliver Granhøj legði seg á odda beinanvegin og helt føringina allar 10000 metrarnar. Hann vann við tíðini 34.57. Næsti maður var Henry Olsen, sum kom á mál við tíðini 35.37 og Helgi Winther Olsen var nummar trý við tíðini 35.45. Hinir báðir vóru Andrew Hansen og Peter Jensen.