Bragdið Top Run 2019

Leygardagin 31.august kl. 16.00 renna vit Top Run. Eins og undanfarin ár verður byrjað í Kollafjarðardali og runnið verður niðan á Sornfelli.  Talan er bert um tað einu brekkuna, 9,8 km. Øll eru vælkomin við. So kundi tú hugsa tær eina øðrvísi avbjóðing, meðan bíða verður eftir valúrslitinum, so er at melda til. Bragdið bjóðar ein…

Atlantic Airways Tórshavn Marathon 7.juni 2020

Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður 7. juni 2020   Føroyska flogfelagið verður í 2020 eins og undanfarnu tvey árini aftur høvuðsstuðul hjá Føroya einasta marathon, Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Tað er Bragdið, ið skipar fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og er hetta størsta staka ítróttartiltakið, sum rennifelagið skipar fyri. “Vit hava verið sera fegin um…

FES Stafettin-komið øll við

Í samstarvi við Faroe Express skipa vit fyri stafett tann 24.august. Arbeiðspláss manna lið og á hvørjum liðið eru trý fólk. Tað ber til at renna ella ganga. Á gonguliðnum fara øll avstað í senn og ganga 3 km tilsamans og á renniliðnum rennur hvør 3 km aftaná hvønn annan. Hetta er ein heldur øðrvísi…

Væleydnaður summarskúli

Í fimm dagar vóru fleiri enn 50 børn millum 7 og 12 ár á Tórsbreyt og sluppu at venja frælsan ítrótt. Har var lopið, kastað, runnið og spælt, og tey vóru sera hugagóð. At fyrireika og taka sær av  summarskúlanum, vóru venjararnir og tey ungu í Bragdinum. Vit eru so heppin at hava ung, sum…

Komið við á summarskúla

Aftur í ár fara vit at hava summarskúla í frælsum ítrótti. Summarskúlin er fyri børn í aldrinum 7-12 ár og í fimm dagar verður runnið, lopið og kastað og ikki minst, fara vit at hava tað stuttligt við ítróttarspølum, saman við øðrum børnum. Venjarar í Bragdinum koma at leggja lag á og hjálparar verða onnur…

Ólavsøkurenningin 2019

Eingin Ólavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl.  18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða Ólavsøku. Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum…

Stuðul latin Sclerosufelagnum

Til Flaggdagsrenningina hevur seinni árini verið møguligt at melda til heilsurenning, sum er fyri tey, sum fegin vilja røra seg, uttan at kappast. Í ár var heilsurenningin eisini á skránni Flaggdagin, og hesa ferð var renningin í samstarvi við Sclerosufelagið. Luttøkugjaldið fór óskert til Sclerosufelagið og eisini var møguligt hjá øllum, sum meldaðu til, at…

Oyggjaleikirnir á Gibraltar

Oyggjaleikirnir á Gibraltar hava nú verið í gongd í nakrar dagar og íðkararnir í frælsum ítrótti hava verið til fleiri kappingar.  Úr Bragdinum eru hesi við: Andrias B. Antoft, Alda S. Lamhauge, Bára J. Glerfoss, Elisabet H. Simonsen, Margit W. Frímundsdóttir, Sarah Vallin og Teresa F. Bláhamar. Vit her heima hava fylgt við á sosialu…

VU Spelan – úrslit

Leygardagin gekk eisini sera væl á leikvøllinum á Nya Ullevi. Tvey føroysk met vórðu sett, umframt fleiri persónlig met, og tað eina føroyska metið áttið okkara egna Elisabet Holm Simonsen. Á heimasíðuni hjá FÍF skrivar Regin soleiðis: Elisabet er fyrsta føroyska kvinnan sum megnar at renna 100m undir tey 13 sekundini í góðkendum vindi. Tað…