Enn ein Bragdarrennari hevur bjóða sær sjálvum av. Burtur av asfaltinum og út á fjallalendið at royna seg. Talan er Rúna Simonsen, sum hevur verið ein longri og øðrvísi túr. Rúni greiðis soleiðis frá:
“UTMB stendur fyri Ultra Trail du Mont Blanc. Tað er eitt árligt tiltak, sum gongu fyri seg í økinum runt um fjallið Mont Blanc, mest í Chamonix. Hetta er størsta tiltakið í heiminum, innan lendisrenning, og næstan øll tey stóru nøvnini eru við. Tað byrjar ein mánadag og varir í eina viku. Næstan sum ein festivalur. Tað eru 9 ymiskar lendisrenningar, bæði fyri børn og vaksin. Tann longsta er 300 km og er sera, sera krevjandi. Eitt, sum er galdandi fyri allar teinarnar, eru hæddarmetrarnar. Ein teinur eitur UTMB og tann leiðin er runt um Mont Blanc, og byrjar og endar í Chamonix. Hesin teinur er 170km og 10.000 hæddarmetrar. UTMB er nokk tann best umtókti av øllum túrunum.
Eg rann CCC. CCC stendur fyri Courmayeur-Champex-Lac-Chamonix og merkir bara, at startur er í Courmayeur í Italia, har runnið verður til Champex-Lac í Sveits, og so á mál í Chamonix í Fraklandi. Tað er ein túrur upp á 101 km og 6100 hæddarmetrar. CCC hevur 8 cut off tíðir, so mann er noyddur at halda seg í gongd.
Fyri yvirhøvur at sleppa at melda seg til ein av teinunum, skal mann hava samlað stig frá øðrum lendisrenningum, innanfyri tvey tey seinastu árini. Harðari ein túrur er, fleiri stig gevur hann. Tað er prógv fyri, at mann er skikkaður til tann túrin, mann meldar til. Krøvini eru ymisk til allar UTMB túrarnar. Til dømis krevur CCC 9 stig, frá í mesta lagi tveimum túrum. Eftir at tilmeldingin er liðug, er lutakast um, hvør sleppur og tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa við.
Sum sagt, so rann eg CCC. Tað gekk gott nokk og eg brúkti líka yvir 23 tímar uppá tað. 1622 av 2147 rennarum komu á mál.”
Hetta hevur ivaleyst verið ein av teimum hørðu og krevjandi túrunum, men kenna vit Rúna rætt, so hyggur hann longu eftir næstu avbjóðing.
Her eru nakrar flottar myndir, vit hava fingið frá honum: