
Bragdið er farið í samstarv við Faroe Express um eina sera spennandi stafett fyri lið á havnalagnum í Havn.
Faroe Express Stafettin á Facebook!
Komið við á Føroya størstu og einastu stafett renning!
Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú:
https://my.raceresult.com/365760/info
Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 29. august kl. 16.00
Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.
Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.
Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í Gráa Pakkhúsið. Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við.
Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú- og set tíð av til afterparty aftaná.
Legg tó til merkis, at í ár hava vit avmarka talið av liðum, soleiðis at stongt verður fyri tilmelding, tá vit koma upp á 800 lið. Bíða tí ikki til í síðstu løtu at melda til.
Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.
Seinasta freist at melda til er 11.august, um tit skulu tryggja tykkum renniblusu. Annars er freistin 17.august kl. 22.00.
Renniblusa og renninummar kunnu avheintast hjá Thomas Dam Intersport fríggjadagin 28. august frá kl. 10.00 til 18.00.
