Lógir fyri Ítróttarfelagið Bragdið
§ 1
Navn felagsins
- Navn felagsins er Bragdið Hjánøvn eru:
Flaggdagsrenning
Tórshavn Marathon
Kvinnurenning
Kvinnarenning
Heimstaður felagsins er Tórshavn
§ 2
Endamál felagsins
- Endamál felagsins er at íðka frælsan ítrótt.
- Aðalfundur ella eykaaðalfundur felagsins ger av, hvørjar ítróttargreinar skulu íðkast innan felagið.
§ 3
Nevnd felagsins
- Í nevnd felagsins sita: Formaður og 4 nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi fyri 2 ár. Veljast skulu tveir annaðhvørt ár og tríggir annaðhvørt ár. Formaður og ein nevndarlimur skulu veljast á líka árum, og tríggir limir á ólíka árum. Nevndin kann skipa seg við næstformanni, skrivara og kassameistara.
- Valdur verður ein tiltakslimur fyri 1 ár. 3. Á hvørjum ári skulu tveir grannskoðarar veljast.
- Nevndarlimir og tiltakslimir skulu verða á fundi fyri at verða valdir. Fráverandi limir skulu skrivliga boða nevndini frá, at teir samtykkja, at teir verða stillaðir sum møgulig valevni.
- Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár og ikki er í eftirstøðu.
- Til nevndarfundar verður kallað saman av formanni, ella tá tveir nevndarlimir krevja hetta. Nevndarlimir skulu hava fundarboð minst 24 tímar áðrenn fundin.
- Nevndin er viðtøkufør við vanligum meiriluta.
- Formaðurin tekur avgerð í málum, har avgerð ikki kann útsetast til nevndarfund. Henda avgerð skal tó leggjast fyri á fyrsta nevndarfundi til samtyktar.
- Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir felagsins, sum aftaná hvønn fund og hvørja avgerð, skal verða undirskrivað av nevndarlimunum.
§ 4
Limafundur
- Nevndin kann altíð kallað saman til limafundar
§ 5
Aðalfundur
- Aðalfundur er eina ferð árliga, í februar mánað, men kann um neyðugt útsetast av nevndini, tó í mesta lagi ein mánað.
- Aðalfundurin er felagsins ovasti myndugleiki.
- Fundarskráin á aðalfundi er hendan:
a. Val av fundarstjóra
b. Formaður sigur frá farna ári.
c. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan. til aðalfundin.
d. Val av nevndarlimum og tiltakslimi.
e. Innkomin mál.
f. Framløga av fíggjarætlan og ætlanir fyri komandi ár.
g. Ymiskt - Nevndin kallar inn til aðalfundar við uppslagi á almennum stað, sum kann vera á alnótini, við í minsta lagi 14 dagar varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstað, -tíð og –skrá.
- Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, sí tó § 9 viðv. lógarbroytingum 6. Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd. 7. Mál, ið koma formanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um nevndin heldur hetta verða neyðugt. 8. Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan aðalfundinum.
§ 6
Eykaaðalfundur
- Kallað verður saman til eykaaðalfundar, tá meiriluti í nevndini heldur hetta verða neyðugt, ella tá minst 25 av limum felagsins skrivliga krevja hetta.
- Eykaaðalfundur skal haldast í seinasta lagi 14 dagar eftir, at kravið um fundin er sett fram.
- Fundarskráin skal kunngerast við uppslagi á almennum stað, sum kann vera á alnótini.
- Bert innkomin mál verða viðgjørd á eykaaðalfundinum.
- Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur, sí tó § 9 viðv. lógarbroytingum
§ 7
- Peningaognir felagsins skulu setast inn á banka- og ella girokonto, og kann bert tann, ið hevur fulltrú felagsins, ráða yvir hesum peningi.
§ 8
- Roknskaparár felagsins er frá 1. jan. til 31. dec. 2. Kassameistarin ger status frammanundan hvørjum aðalfundi, og skal roknskapur felagsins verða kannaður av grannskoðarunum. 3. Roknskapurin skal leggjast fram fyri nevndina, tá hon krevur hetta.
§ 9
- Lógarbroytingar kunnu bert fara fram sambært § 5 og 6 og skulu í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.
§ 10
Limaskapur
- Limir felagsins koma undir tær lógir og samtyktir, sum ítróttarsamgongur, har felagið er limur, fyriskipa.
- Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annahvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap.
- Nevndin ásetur limagjøld.
- Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan
- Um limur verður vístur burtur frá venjing av venjara, kann viðkomandi senda kæru inn fyri nevnd felagsins, sum so tekur endaliga avgerð í málinum.
- Nevndin kann krevja endurgjald fyri skadd ella horvin amboð.
- Um limur sigur seg frá venjing, tó í minsta lagi 1 ár, til dømis vegna burturferð, sjúku ella tílíkt, verður hann at rokna sum hvílandi limur hesa tíðina, og rindar limagjald samsvarandi hesum.
- Felagið kann útnevna heiðurslimir.
§ 11
Atkvøðugreiðsla á fundum
- Atkvøðugreiðsla á aðalfundum, eykaaðalfundum og øðrum fundum fer fram skrivliga. Um allir møttu limir eru fyri tí, kann fundarstjórin tó lata hana fara fram á annan hátt. Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundum.
- Allar atkvøðugreiðslur verða avgjørdar við vanligum meiriluta. Um javnvág er í atkvøðugreiðsluni, er formansins atkvøða avgerðandi.
- Fyri at limur kann greiða atkvøðu á fundum, skal hann verða fyltur 14 ár og ikki standa í eftirstøðu.
- Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.
§ 12
Tekningarreglur
- Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.
§ 13
Heftilsi
- Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.
§ 14
- Felagið kann einans verða niðurlagt um minst 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfund, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.
- Um felagið verður niðurlagt, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál. Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi 22. mai 2015.