Kvinnur | Mánadag | Týsdag | Hósdag | Leygarmorgun |
Nær? | Kl. 16.30 | Kl. 17.00 | Kl. 17.00 | Kl. 8.30 |
Hvar? | Møtast á Tórsbreyt | Møtast á Tórsbreyt | Møtast á Tórsbreyt | Møtast á Tórsbreyt |
Hvar? | Runt í býnum og nærhendis | Skjaldbøkur – renna sera róligt | Intervallir ella brekkuvenjing. Renniteknikk og styrkivenjing | Renna í býnum, saman við monnunum |
Venjarar | Sjálvar | Sjálvar | Ann Thomsen | Ann Thomsen |
Hjálparvenjarar | Anja Joensen | Hilmar Høgenni |
Mánadagar kl. 16.30 og týsdagar kl. 17.00 møtast nakrar kvinnur á Tórsbreyt og renna róligar túrar. Týsdagar kalla tær seg Skjaldbøkur og tað er tí at ferðin ikki er høg, so allar kunnu renna við. Kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar við !
Vit avlýsa ongantíð venjingarnar, MEN: Tá heilidagar fella á ein hósdag verður vant kl 9.00
Venjingin hóskar til kvinnur í øllum aldrum, bæði tær við royndum og tær sum vilja koma í gongd við at renna. Ert tú einsamøll og hevur ringt við at taka teg saman til at venja, so er hetta júst tað rætta fyri teg. Tú kanst eisini lokka eina vinkonu við, so tit kunnu fylgjast.
Hósdagar er altíð intervallvenjing, har vit skifta millum stutt og long intervallir, har allar kunnu renna við, royndar og óroyndar. Enda við at gera styrkivenjingar.
Leygar- og sunnumorgnar: Her er møguleiki at stytta rutuna og at ganga ella renna. Rutan, sum vit hava runnið tey seinastu árini, er eftir hugnaligu gøtunum í Hoydølum, Gomlu Hoyvíkini og út ímóti Boðanesi. So renna vit eftir vegnum Yviri við Strond, Skansavegnum, Tinghúsvegnum og enda á Tórsbreyt.
Her eru tríggir møguleikar:
- Tú kanst renna og ganga ein túr í Hoydølum sum er umleið 5 km.
- Tú kanst renna alla rutuna sum er umleið 9 km. Ferðin er umleið 5½ minutt fyri hvønn km.
- Tú kanst renna saman við teimum, sum renna 9 km so langt sum tú orkar, og so kanst tú venda og renna aftur á rennibreytina við minni ferð.
Hevur tú spurningar so ring til Ann tlf 214804