DATO: 21.05.2022
STAÐ: Tórsbreyt – Vaglið
Kvinnurenning er ikki ein kapping. Eingi heiðursmerki eru til nr. 1, 2 og 3. Kvinnurenning er eitt tiltak fyri allar kvinnur, sum renna ella ganga av áhuga og fyri stuttleikar, men eisini tí tær vita at rørsla er týdningarmikil.
Kvinnurenningin var á fyrsta sinni í Hoydølum tann 20. august 2005 og ætlanin var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Tað eydnaðist í 2006 og 2007, men í 2008 var ongin kvinnurenning. Síðan 2009 hevur Kvinnurenningin verið ein sonn sólskinssøga fyri okkum í Bragdinum og ein góð uppliving fyri fleiri túsund føroyskar kvinnur.
Rutan er broytt gjøgnum tíðirnar, vit hava runnið í Hoydølum, á gøtunum í skógrøktini og nú verður runnið frá Tórsbreyt og oman á Vaglið.
Samstarv við Kvinna varð fíngið í lag í 2009. Og tá kom av álvara ferð á Kvinnurenningina. Tilmeldingin hevur verið: Í 2009 1070 luttakarar, í 2010 2033 luttakarar, í 2011 2066 luttakarar, í 2012 1420 luttakarar og í 2013 vóru tilmeldaðar 2003 luttakarar.
Samstarvið við Kvinna er sera gott og Kvinna ger eitt megnararbeiði at lýsa og seta sín dám á tiltakið.
Bragdið skipar fyri ókeypis venjingartilboði í minst tveir mánaðir uppundir renningina. Vit venja leygarmorgnar kl. 8:30 og hósdagar kl 17:00, tað er ikki neyðugt at vera tilmeldað Kvinnurenningina fyri at vera við til hesar venjingarnar.
Vit síggja fram til ein spennandi 21.mai og tað hevði frøtt okkum um kvinnur úr øllum landinum koma við.