Stuðulstreytir

Stuðulstreytir til børn og ung (12 ár og eldri)

  1. Limaskapur í Bragdinum
  2. Umboðandi fyri felagið við góðum atburði og í bragdabúna
  3. Miðvís venjing og góð uppmøting til felagsvenjingarnar og til heimligu kappingarnar
  4. A ella B-krav hjá FÍF (http://fif.fo/kr%C3%B8v/krov-til-oyl-elitu-og-talentbolkin-2016-2017/)
  5. Hjálparfólk til almennu kappingarnar hjá Bragdinum (Flaggdagsrenning, Tórshavn Marathon, Ólavsøkurenning, Kvinnurenning og Faroe Express Stafettin)

LEGG TIL MERKIS: Íðkarin hevur ábyrgd av at treytirnar vera uppfyltar. Fylgjast má við nær tilmeldingarfreistir eru til kappingarnar og íðkarin má sjálvur boða kappingarleiðara ella nevndarlimi frá at hann kann vera hjálparfólk til kappingarnar hjá Bragdinum.

Árliga stuðulsupphæddin kann í mesta lagi vera kr. 5.000 fyri hvønn íðkara og kann bert veitast til at luttaka í 3 ella fleiri kappingum uttanlands innan frælsan ítrótt.

Stuðulstreytir til íðkarar 20 ár og eldri

  1. Limaskapur í Bragdinum í minsta lagi ½ ár og limaviðurskiftini skulu verða í lagi.
  2. Umboðandi fyri felagið við góðum atburði og í bragdabúna til kappingar.
  3. Miðvís venjing og góð uppmøting í mest møguligan mun til felagsvenjingarnar og til heimligu kappingarnar
  4. Elitukravið hjá FÍF (http://fif.fo/kr%C3%B8v/krov-til-oyl-elitu-og-talentbolkin-2016-2017/) Nevndin kann í serligum føri gera undantøk, hóast elitukrøvini ikki eru rokkin.
  5. Hjálparfólk til almennu kappingarnar hjá Bragdinum (Flaggdagsrenning, Tórshavn Marathon, Ólavsøkurenning, Kvinnurenning og Faroe Express Stafettin)

LEGG TIL MERKIS: Íðkarin hevur ábyrgd av at treytirnar vera uppfyltar. Fylgjast má við nær tilmeldingarfreistir eru til kappingarnar og íðkarin má sjálvur boða kappingarleiðara ella nevndarlimi frá at hann kann vera hjálparfólk til kappingarnar hjá Bragdinum.

Árliga stuðulsupphæddin kann í mesta lagi vera kr. 5.000 fyri hvønn íðkara og skal nýtast til kapping uttanlands ella til skipaða venjingarlegu uttanlands. Umsókn skal sendast nevndini við frágreiðing um hvat stuðulin skal brúkast til.

KUNNING UM FÌF KRØVINI !!

FÍF krøv til talentbólkin

Gevið gætur: Úrslit í renning  til og við 200 m, longdarlopi og trístøkk skulu vera við góðkendum vindi (tvs. maks +2,0 m/s undanvindur).  – Renniúrslit til og við 400 m skulu vera el-tíðir.

Tað verður væntað, at íðkarar í talentbólki, elitubólki og á oyl-liðnum føra venjingardagbók. Tey yngstu (12-13 ár møguliga saman við venjaranum)

Tað er eitt krav, at íðkarar í talentbólkinum møta til tey tiltøk, sum verða fyriskipað fyri bólkin, eins og tað er eitt krav, at møtt verður til FM-Ung, og 15 ár og eldri møta til FM Vaksin. Forfall skal fráboðast.

Íðkarar á elituliðnum og oyggjleikaliðnum íðka bara frælsan ítrótt. Krav er, at møtt verður til øll fyriskipað tiltøk fyri bólkarnar, og kravt verður, at møtt verður til viðkomandi kappingar. Forfall skal fráboðast.

Úttøkuleiðararnir tilskila sær rætt til at endurmeta hesi krøv leypandi.