
Tórshavn Marathon hevur alt!
Renn í livandi høvuðsstaðnum, fram við sjónum, niðan brekkur, sum krevja nógv av tær, oman brekkur, so tú fært eina kenslu av at flúgva. Renn í hugnaliga bygdalagnum, og verð eitt við friðsæla, bergtakandi náttúru.
Á málinum standa fryntlig fólk og taka í móti tær, bjóða tær ein svalandi drykk ella okkurt at eta.
Túrurin byrjar á Vaglinum í Havn, yvir við Strond og runt um býin. Tit renna niðan í Hoyvík, fram við Hvítanesi. Rennur tú hálvt marathon rennur tú ímóti sundi og vendur. Rennur tú heilt marathon rennur tú inn í Kaldbaksbotn, og heldur haðani fram til Kaldbaks, har tit venda heimaftur. Á heimvegnum fara tit sama veg og enda aftur á Vaglinum.
Á túrinum upplivir tú brekkur og slætt lendi. Vøkru náttúruna, góða útsýnið og góða stemningin í hugnaliga høvuðstaðnum.
Túrurin er asfalt allan vegin. Rutan er máld í samstarvi við DAF – Dansk Ateletik Forbund.
Rutan til 1/1 og 1/2 marathon er AIMS góðkend.
Meira um Tórshavn Marathon
Les meira inni á http://torshavnmarathon.com[“Melda til Tórshavn Marathon”https://secure.onreg.com/onreg2/front/step1.php?id=5802