Børn og ung

Frælsur ítróttur á breyt – fyri børn, ung og vaksin

Vit skipa venjingartilboðini soleiðis, at vit hava tilboð til øll børn og ung frá 1. flokki og upp. Eisini er venjingartilboð til smábørn, 5-9 ár, har dentur verður lagdur á ítróttin gjøgnum spæl.

Vit venja uttandura alt árið.

Venjingartíðirnar á Tórsbreyt eru hesar :

Smábørn 5-9 ár:

Tórsbreyt mikudagar kl. 16.00-16.45 fram til heystfrítíðina.

(Venjarar: Ann Thomsen, Ann-Mari av Skarði, Jóhan Simonsen, Óluva Zachariasen, Gunnvá Zachariasen, Jóhanna Vang og Sunneva Olsen)

 

NÝTT! Børn og ung, 9-14 ár

Nýtt hold til børn og ung, ið vilja royna frælsan ítrótt og sum eru á byrjunarstøði. Liðið er vælegnað til tey, sum vanliga íðka annan ítrótt og fegin vilja royna frælsan ítrótt, men eisini til tey, sum ikki hava íðkað ítrótt fyrr. Venjingin er eina ferð um vikuna, mikudagar kl. 18-19.30 og verður skipað eftir veðrinum, har dentur verður lagdur á tekniska venjing innan frælsan ítrótt. (Sí grein á forsíðuni)

Bogi Lenvig er venjari og hevur tlf. 794299 (Bogi á Facebook).

 

6. flokkur og eldri:

Mánadag kl. 17.30-19.00 ó Tórsbreyt

Týsdag kl. 17.00-19.00 í Yndi

Mikudag kl. 18.00-19.30 á Tórsbreyt

Hósdag kl. 17.00-19.00 í Yndi

Fríggjadag kl. 17.00-18.30 á Tórsbreyt

Vikuskifti – venja sjálvi í samráð við venjararnar.

Jógvan K. Glerfoss og Debes H. Christiansen eru venjarar.
Fá meira at vita frá Jógvani á tlf 794287 (Jógvan á Facebook) ella Debes á tlf 556486 (Debes á facebook).

Øll eru vælkomin.

Venjaratoymið.