Felagsvenjing

Hvørjar dagar? Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag Sunnudag
Hvar møta vit? Møtast á Tórsbreyt  Møtast á Tórsbreyt  Møtast á Tórsbreyt  Møtast á Tórsbreyt  Møtast á Tórsbreyt
Nær? Kl. 17.00 Kl. 17.00 Kl. 17.00 Kl. 8.30 Kl. 8.00 ella kl. 13.00
Hvussu venja vit? Intervallvenjingar fyri kvinnur og menn á breytini ella nærhendis Róligan túr í býnum, uml. 10 km, fyri kvinnur og menn.

Menn, sum eru byrjarar møta eisini somu tíð.

Ung frá uml. 18 árum og upp til uml. 35. Renna á breytini, intervallir, onkran túr, alt eftir hvør møtir. Rennivenjing fyri kvinnur og menn. Runnið verður frá uml. 5 km og til uml. 12 km Rennivenjing fyri kvinnur og menn. Longri túrar, men øll eru vælkomin við og kunnu stytta túrin.
Venjarar Hallur, Hilmar og Heidi Hallur og Hilmar Bjørk Ann og Hilmar Ann og Hilmar
Hjálparvenjarar Ann Herluf og Arnfinnur

Felagsvenjing fyri menn og kvinnur, bæði royndum og óroyndum, er í Bragdinum týsdagar kl. 17-18:15, mikudagar, kl. 17-18:15 , leygarmorgnar kl. 8.30 og  sunnudagar kl. 08:00-10:00.  Allar dagarnar møtast íðkararnir á Tórsbreyt.

Hallur Ongharmar, Heidi Jógvansdóttir og Hilmar Høgenni taka sær av venjingunum týs-og mikudagar. Ann Thomsen og Hilmar Høgenni taka sær av venjingunum leygar- og sunnumorgnar.

Týsdagar venja vit intervallir, sum oftast á breytini, men viðrar ikki, verður runnið nærhendis breytini. Talan er um góðskuvenjing, við m.ø. tempotúrum, brekkuvenjing, intervallum og ferðspæli. Møtast altíð á Tórsbreyt.

Mikudagur  verður brúktur til ein róligan túr, har vit renna 9-12 km, runt um í býnum. Mikudagar kl. 17.00 møta eisini menn, sum vilja koma í renniform.

Hósdagar møta tey ungu, sum vilja renna longri túrar. Ein sokallaður millumbólkur. Tey, sum ikki renna styttri teinar og vilja orka betri at renna. Øll frá eini 16-18/ árum eru vælkomin við.

Leygarmorgun kl. 8:30 – 9:30 renna vit øll saman, kvinnur og menn ?

Sunnudagar er venjingin løgd soleiðis til rættis, at tú kanst venja fram ímóti at klára at renna eitt marathon. Øll eru vælkomin við, kvinnur og menn, til sunnudagsvenjingarnar. Møguleiki er at renna ymiskar teinar, frá 5 til 20 km.

Vit byrja og enda altíð á Tórsbreyt.

Hevur tú spurningar, ring so til Ann 214804