Skipað verður fyri rennikapping á Ovastevnu. Kappingin er á trimum teinum. Børn upp til 7 ár og børn 8-10 ár renna 400m, meðan børn 11-13 ár renna 800 m.
Aftaná børnini hava runnið, renna ung og vaksin 5 km runt í bygdini. Tveir bólkar eru – 14-39 ár og 40 ár og eldri. Tað ber eisini til at ganga teinin.