venjingar

Felagsvenjing vaksin

Dagur
Stað
Tíð
Venjing
Venjarar
Hjálparvenjarar
Týsdag
Tórsbreyt
Kl. 17.00
Intervallvenjingar fyri kvinnur og menn á breytini ella nærhendis.
Gongubólkurin møtir kl. 17.00
Hallur, Hilmar og Heidi
Ann
mikudag
Tórsbreyt
Kl. 17.00
Róligan túr í býnum, uml. 10 km, fyri kvinnur og menn.
Hallur og Hilmar
hósdag
Tórsbreyt
Kl. 17.00
Kvinnurnar venja intervallir á Tórsbreyt ella nærhendis.
Gongubólkurin møtir kl. 17.00
Ann
Leygardag
Tórsbreyt
Kl. 8.30
Rennivenjing fyri kvinnur og menn. Runnið verður frá uml. 5 km og til uml. 12 km
Ann og Hilmar
sunnudag
Tórsbreyt
Kl. 8.00
ella kl. 13.00
Intervallvenjingar fyri kvinnur og menn á breytini ella nærhendis.
Ann og Hilmar

Um venjingarnar

Felagsvenjing fyri menn og kvinnur, bæði royndum og óroyndum, er í Bragdinum týsdagar kl. 17-18:15, mikudagar, kl. 17-18:15 , leygarmorgnar kl. 8.30 og  sunnudagar kl. 08:00-10:00.  Allar dagarnar møtast íðkararnir á Tórsbreyt.

Hallur Ongharmar, Heidi Jógvansdóttir, Hans Ellefsen og Hilmar Høgenni taka sær av venjingunum týs-og mikudagar. Ann Thomsen og Hilmar Høgenni taka sær av venjingunum leygar- og sunnumorgnar.

Týsdagar venja vit intervallir, sum oftast á breytini, men viðrar ikki, verður runnið nærhendis breytini. Talan er um góðskuvenjing, við m.ø. tempotúrum, brekkuvenjing, intervallum og ferðspæli. Møtast altíð á Tórsbreyt.

Mikudagur  verður brúktur til ein róligan túr, har vit renna 9-12 km, runt um í býnum. Mikudagar kl. 17.00 møta eisini menn, sum vilja koma í renniform.

Hósdagar kl. 17.00 venja kvinnurnar intervallir. Hygg undir venjing – kvinnur.

Hósdagar møta tey ungu, sum vilja renna longri túrar. Ein sokallaður millumbólkur. Tey, sum ikki renna styttri teinar og vilja orka betri at renna. Øll frá eini 16-18/ árum eru vælkomin við. (Hetta liðið er sett á pausu eina tíð)

Leygarmorgun kl. 8:30 – 9:30 renna vit øll saman, kvinnur og menn.

Sunnudagar er venjingin løgd soleiðis til rættis, at tú kanst venja fram ímóti at klára at renna eitt marathon. Øll eru vælkomin við, kvinnur og menn, til sunnudagsvenjingarnar. Møguleiki er at renna ymiskar teinar, frá 5 til 20 km.

Vit byrja og enda altíð á Tórsbreyt.

Hevur tú spurningar, ring so til Ann 214804