Hallur setir sær høg mál! Og ofta eru tey long og vara leingi. Hesa ferð hevur hann runnið til HM í “Backyard Ultra” við danska landsliðnum og ikki kann sigast annað enn at tað gekk ordiliga væl.
Hallur betraði um føroyska Backyardmetið, hann sjálvur setti og rann hesa ferð ikki minni enn 268km, tvs 40 umfør! 

Púra ørt, hugsa vit, men soleiðis er Hallur, treiskur og úthaldandi og ger alt fyri at tað hann er farin í holt við, skal eydnast. Hann rann so mikið væl, at hann var tann næstbesti á danska landsliðnum.
Uttan góða hjálp við fólki, sum kenna hann best og sum vita, hvussu tey skulu stuðla honum best allar tímarnar, hevði hann sínar góðu hjálparar, unnustuna Elisabeth, systrina Borgarhjørt og svágurin Carsten á síðulinjuni
Tey trý, saman við Peter, eru røsk at senda okkum dagføringar her heima, sum spent fylgja við.

Hjartaliga til lukku við enn einum góðum avriki Hallur, okkara kempa 



(Myndin niðan fyri er nýggj og er lænt frá Peter)
