Fólkaheilsuvirðislønin 2016

Í dag hava okkara megnar kvinnur, Ann Thomsen og Sunniva Bjarnastein, fingið handa Fólkaheilsuvirðisløn 2016. Hetta hendi á Fólkaheilsustevnuni og var tað Sirið Stenberg, sum handaði teimum heiðursbræv, blómur og gávukekk. Á heimasíðuni, folkaheilsa.fo, stendur soleiðis :  Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, lat í dag undangongukvinnunum Ann Thomsen og Sunnivu Bjarnastein úr Bragdinum Fólkaheilsuvirðislønina 2016. Fyrrapartin var…

Marna sett føroyskt met og gull til Henry !

Í dag hava nakrir og 60 føroyingar runnið Copenhagen Halfmarathon 2016, harav minst 15 úr Bragdinum. Marna V. Egholm og Henry Olsen runnu bæði  umboðandi donsk feløg og kundu tí eisini verða við í DM kappingini. Marna gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met og endaði sum nummar tvey í DM kappingini og í…

FM Ung

Tað var um reppið, at liðugt var at rudda Tórsbreyt, so kom regnið seinnapartin sunnudagin ! Sunnudagurin var ikki so galin, tá hugsað verður um nógva vindin, sum hevur leikað í, síðani fríggjakvøldið. Leygardagin valdi FÍF at útseta kappingina tveir tímar, inntil vindurin minkaði eitt sindur ! Tíbetur var turt og enntá onkrir sólglottar. Fitt…

FM Ung er á Tórsbreyt um vikuskiftið

Veðurfrøðingarnir lova frá stormi, men tað forðar ikki okkara ungdómi at kappast. Hetta vikuskiftið er FM fyri ung á Tórsbreyt, bæði leygardagin og sunnudagin. Ein gyltur møguleiki at verða áskoðari og stuðla okkara ungu, sum fleiri ferðir um vikuna venja uttandura í øllum veðrið. Tíðarætlanin leygardagin er her : http://fif.fo/komandi-tilt%c3%b8k/fmung-2016-tidaraetlan-fyrri-dagurin/ Sunnudagin kappast tey eisini og…

Kvinnurenningin 2016

Havnar býur var í gjár fullur av konufólkum ! Rennandi, til gongu, við barnavogni, leiðandi dóttrina, sveittandi, allar í góðum lag ! Kvinnurenningin var aftur í ár sera væl eydnað og vit eru fegin um stóru luttøkuna, tí uttan tykkum allar, var eingin renning. Lotið var kalt á Tórsbreyt og ráðini frá Sigrun Brend, sum…

Kvinnurenningin og ferðslan í býnum

Leygardagin verður tað ! Tá fara yvir 1500 kvinnur at renna ella ganga og tí er ferðslan tarnað eina løtu. Niðan fyri er leinki, sum Tórshavnar Kommuna hevur lagt á heimasíðuna : http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=6665 Ikki er tað ofta at síggja ein so stóran flokk av kvinnum, so leygardagin seinnapartin fer hvør maður av húsum, at stuðla…

Sam Vang vann Bragdið Top Run 2016

Rennikappingin, Bragdið Top Run, var fyri 14.ferð í dag. Kappingin, sum ikki er sum aðrar, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar á Sornfelli, 9.8 km. Bara ein brekka, frá byrjan til enda ! Tað, sum eyðkennir Top Run er, at ofta eru rennarar við, sum vanliga ikki luttaka í øðrum kappingum, men eisini eru fleiri…

Bragdið Top Run 2016

Bragdið Top Run   So eru vit aftur klár við einari rennikapping og hesa ferð er tað serstaka renningin úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli, sum vit kalla Bragdið Top Run. Renningin er leygardagin 13. august kl. 15.00. Rutan er 9,8 km og tað er bara ein brekka ! Byrja verður í Kollafjarðardali, sum er 75…

Úrslitini frá Ólavsøkurenningini 2016

Ólavsøkurenningin var, sum vanligt, dagin fyri ólavsøkuaftan, 27.juli. Runnið var í hugnaliga umhvørvinum á Skálatrøð og út á Bakka. Góðar umstøður til áskoðarar, at renna framvið kaffistovunum, tó kanska nakað trongt hjá teimum, sum kappast, men ikki soleiðis at tað bilar. Minni hugnaligt var at tað fór at regna, beint fyri startin hjá teimum vaksnu.…

Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2016

Tíðindaskriv. Tað er einaferð um árið, at Ólavsøka er, syngja vit og hjá okkum í Bragdinum er eisini bara einaferð um árið, at Ólavsøkurenningin er ! Í fleiri ár hava vit hildið til niðri á Skálatrøð, har starturin er og soleiðis er eisini í ár. Runnið verður út á Bakka, fram við hugnaligu kaffistovunum har…