Úrslitini frá flaggdagsrenningini hjá teimum vaksnu

Her eru úrslitini hjá vaksnu rennararnum, sum runnu við chippi : https://app.lap.io/event/2016-flaggdagsrenning/results Stuttleikarennararnir høvdu ikki chipp og tí eru tíðirnar ikki skrásettar, sum vit søgdu frá, við tilmeldingini. Tíðirnar hjá børnunum koma eisini, so skjótt vit hava fingið skil á teimum 🙂 Vinnararnir vórðu funnir beinanvegin og tey fingu handaði heiðursmerkini beinanvegin. Vinnarin í hvørjum…

Opnar kappingar á Tórsbreyt 27., 28. og 29. apríl

Bragdið skipar fyri opnum kappingum á Tórsbreyt miku-, hós- og fríggjadagin 27., 28. og 29. Apríl. Kappingarnar eru fyri øll 11 ár og eldri (árg. 2005 og áðrenn) og byrja verður allar 3. dagarnar kl. 18.00. Tilmelding á staðnum seinast 30 min áðrenn byrjan. Í køstunum verða vektir á kúlu og spjót nýttar fyri hvønn…

Flaggdagsrenningin 2016

Í dag er tað 30.ferðin at talt verður niður og renningin fer í gongd. Tá freistin var út, høvdu 400 melda til. Start nummurini skulu heintast í dag í Snarskivuni millum kl. 13.00 og 15.00. Snarskivan er niðri á Vaglinum í bygninginum, sum Posta helt til, fyri nøkrum árum síðani. Veðrið er ikki so galið…

Bragdið best í vetur !

Hallur Holm, sum skrivar inni á renn.fo, hevur eina áhugaverda grein um Vetrarkappingina. Greinin sæst her : http://fif.fo/renning/bragdid-best-i-tf-vetrarkappingini-ella-tridbest/ Spennandi verður um vit møta líka væl upp til næstu vetrarkapping og kanska royna at fáa meðalaldurin longur niður ? 😉

Flaggdagsrenningin 2016

Flaggdagsrenningin, sum í ár er nummar 30 í røðini, er tann elsta renningin í Føroyum. Nógv er broytt síðani fyrstu kappingina, tá 39 luttakarar vóru við, og tá tað hava verið flest, runnu um 600 við. Vit bjóða øllum, ungum sum eldri, at verða vælkomin við. Tíðindaskrivið sæst her : Dagarnir gerast aftur longri og…

Bragdarkvinna føroyameistari í 10 km !

Seinasta renningin í Vetrarkappingini var í Runavík, tá 10 km teinurin, sum er DAF góðkendur, skuldi rennast. Marna, sum býr og rennur í Danmark, men eisini er Bragdarkvinna, kom heim at renna og vann sannførandi. Tíðin var 35.32 og var hon um 4 min framman fyri Rebekku. Vetrarkappingin er ikki bara einstaklingakapping, tí samstundis hevur…

Bussur til VK8 leygardagin

Góðu limir 🙂 Vit skipa fyri felags busskoyring til Runavíkar leygardagin 19.mars. Bussurin fer av Tórsbreyt kl. 13.00 og allir limir, sum skulu renna til seinastu kappingina í Vetrarkappingini, eru vælkomnir við. Renningin byrjar kl. 15.00. Aftaná renningina er heiðursmerkjahandan í skúlanum við Løkin og tá hetta er seinasta kappingin, vita vit frá undanfarnu árum,…

Úrslitini fra VK7 í Vági

Seinasta leygardag, 12.mars, var næstseinasta umfar í vetrarkappingini runnið í Vági. Yvir 70 luttakarar høvdu sett sær dagin av og úr Bragdinum var aftur hesa ferð ein stórur hópur, sum fór við Smyrli leygarmorgunin. Rutan var nýggj hesa ferð og hjá teimum flestu var hon nakað tung, tí rennast skuldi niðan eftir fleiri brekkum. Øll…

Felagstúrurin í Vágunum í góðum kavaveðrið.

Her eru nakrar myndir frá felagstúrinum 28.februar. Runnið var frá 10 km til 28 km og túrurin endaði í Reynshúsinum, har borðreitt var við breyðið og føroyskum viðskera. Eisini var okkurt gott til tað søtu tonnina. Vertirnir vóru Duruta og Regin Áki og vit takka fyri óføra blíðskapin aftur hesa ferð 🙂

Úrslitini frá VK6

Leygardagin, 20.februar, var sætta umfarið í vetrarkappingini á Fossánesi. Vit fóru tíðliga av Tórsbreyt við bussinum, sum var leigaður til endamálið og kl. 8.45 fór ein næstan fullur bussur av Tórsbreyt. Veðrið í Havn var gott, stilt og kalt, men longur norður vit komu, verri sá veðrið út til at blíva. Aftaná trongu tunlarnar, har…