Flaggdagsrenningin 2022

Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!   Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 36. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning…

Føroyar Renna aftur í ár

Skírishósdag 14.apríl fara Føroyar at renna. Minnast tit hvussu stuttligt tað var? Tilmeldingin er klár og leinki er niðanfyri: Minnist til, at skráset tit tíðina, fáa tit heiðursmerki 🙂 Komið við – vit fara 🙂

Aðalfundurin

Hóskvøldið 10.mars var aðalfundur felagsins og hesa ferð var fundurin í felagshúsinum. Tað møttu fitt av fólki til fundin. Hilmar Høgenni var valdur til fundarstjóri, sum hann hevur verið undanfarin ár og tað kláraði hann til fulnar. Fyrst var formansfrágreiðing á skránni og aftaná var roknskapurin gjøgnumgingin. Fyri vali stóðu Ann-Mari og Eyðun. Ann-Mari tók…

Danskir meistarar, gull og annað gott

Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Skive og eitt ferðalag úr Bragdinum luttók í kappingini. Kappingin gekk fyri seg í eini innandura høll, eini høll, sum vit so brennandi ynskja okkum her heima! Byrjanin leygarmorgunin var góð, tí Arina Ludvig setti pm (persónligt met) á 400 m við 1.07.32 min. Síðani gekk tað slag í…

Hallur Holm er ein hetja

Leygarmorgunin í Havn, kendist várligur, tá vit í Bragdinum møttust kl. 8.30 at renna okkara felagstúr, sum vit plaga. Samstundis í Danmark, var Hallur Holm farin undir kappingina “The Great Dane Backyard Ultra”. Fyri at vit øll skulu skilja, hvussu hørð hendan kappingin er og hvussu stórt hetta avrikið er, hava vit spurt betru helvt…

Aðalfundur 10.mars

Góðu limir Bragdið hevur aðalfund hóskvøldið 10.mars kl. 20.00. Fundurin verður í Bragdarhúsinum. Fyri vali standa tveir nevndarlimir, Ann-Mari og Eyðun. Ann-Mari tekur við afturvali, meðan Eyðun hevur valt ikki at stilla uppaftur. Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra. Formaðurin sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til…

Betri VK3 í Kollafirði

Tað hevur gingið striltið at seta vetrarkappingarnar í gongd, men loksins eydnaðist! Leygarmorgunin kl. 11 var talt niður og fyrsta vetrarkappingin, sum av røttum átti at verið tann triðja, var sett í gongd. Korona og hálka hava sett dagsordanina í november og tí eru tvær kappingar avlýstar og útsettar. Umstøðurnar í Kollafirði eru góðar. Rutan…

DMU í Hvidovre

Hetta vikuskiftið hava ung úr frælsa ítróttinum í Føroyum luttikið í DMU. Bragdið hevði 12 íðkarar við hesa ferð. Hetta er vikuskifti í Hvidovre, har tey kunnu kappast móti øðrum ungdómi, tey ikki vanliga kappast við her heima, og har nógv verður gjørt burturúr. Fleiri góð úrslit, persónlig met, bólkamet, onkur kláraði OYL krav og…

Úrslitini frá FMU

Hetta vikuskiftið hava børn og ung kappast á Tórsbreyt, tí skipað var fyri FM í frælsum ítrótti. Byrjað var fríggjakvøldið, og hildið var fram leygardagin og sunnudagin. Nógvar kappingar, nógv børn og ung, fleiri áskoðarar og fínasta veður tveir teir fyrru dagarnar. Vit loyva okkum at leggja fínu greinina út her, sum Gunnvá hevur skrivað…

Sigrið og Ró Apolonia gjørdu um seg í Danmark

Meðan tey vaksnu kappaðust á Tórsbreyt hetta vikuskiftið, gjørdu Sigrið og Ró Apolonia vart við seg í Keypmannahavn. Tær báðar vóru og ferðaðust í Danmark við familjuni og áðrenn fráferðina kannaðu tey, um nøkur rennikapping var. Og tað var so heppið, at ein av størstu rennikappingunum í Danmark, Sparta Copenhagen Games, var júst hetta vikuskiftið.…