Hetta vikuskiftið eru Bragdaíðkarar í Skive, har tey luttaka í DMU. Vit hava fingið eina góða frásøgn sendandi:
Leygardagur DMU inni Skive 29/2-2020
Elisabet og Margit settu hol á DMU innandura 2020
DMU verður í ár hildið undir góðum umstøðum í Skive. SparNord Arena leggur lunnar undir Donsku meistaraheitini í frælsum ítrótti. Innandura høllin er fantastisk í eygunum á føroyska hópinum. Innandura høllin liggur í leingjan av eini uttandurabreyt og ítróttarhúsi við øllum hugsandi henleikum.
Genturnar báðar fóru í eldin kl 12:00. Hitað varð upp inni í deiligu høllini, har alt Bragdaliðið hevði sín bás saman við vinarliðnum Hvidovre.
Elisabet og Margit vóru sera spentar, og vóru klárar at gera sítt allar besta. Hóast ringa veðrið í vetur, hava øll verið drúgv at møta upp til venjing. Margit hevur eftir jól gingið á skúla í Danmark, og hevur tí vant sjálv, eftir førimuni. Tí var sera spennandi, hvussu longdarlop kappingin fór at bera seg.
Tær báðar hava lopið væl í summar og tí vóru væntanirnar ikki ongar til hesar evnaríku kvinnur.
Báðar fingu tær seks lop í part. Besta lopið hjá Elisabet var tað seinasta, og bleiv tað til 4.82m. Úrslitið er væl avrikað, men rakk tó ikki til nakað persónligt ella føroyskt met. Margit, sum ikki hevur havt tað somu venjingarmongdina, er nøgd við úrslitið á 4.73m, ið eisini verður til innandura bólkamet hjá gentum 21.
Seinast Elisabet kappaðist, var í Íslandi til Ír Stórmót seinast í januar. Heima í Føroyum hava íðkarinir onga innandura sandgrøv at nýta til venjigar. Og á Tórsbreyt hava veðurguðarnir sanniliga ikki verið við okkum. Tí eru úrslitini avgjørt góðtikin. Spennandi hevði verið at sæð, hvørji úrslitini høvdu verið, um føroysku íðkararnir høvdu somu umstøður, sum teir donsku.
Føroyska innandurametið í longdarlopi eigur Margit á 4.93m.
Bjørg í longdarlopi
Bjørg hevur staðið á bíðilistanum til longdarlopskappingina. Og ikki fyrr enn 1 tíma áðrenn kappingarbyrjan, slapp hon tíbetur við á listan hjá gentum 16-17 ár. Støðið hjá teimum 16-17 ára gomlu er sera høgt, og tí varð Bjørg sjávsagt sera fegin, tá ið hon fekk møguleikan at luttaka.
Bjørg hevur, sum hinir ungu íðkarirnir í Bragdinum, verið røsk at møta upp til venjing, umframt at venja yngru børnini í Bragdinum.
Betsa lopið hjá Bjøg var tað næsta lopið. Hon er ikki nøgd við úrslitið og gleðir seg sera nógv til í summar, at fáa veruliga góðsku á venjingina og tískil betra um úrslitið.
Á myndini sæst Bjørg opna væl upp á sínum longdarlopi
Jónas danmarksmeistari í 800m dreingir 14-15 ár
Drúgvi kvívíksdrongurin fekk fyrsta og dagsins einasta heiðursmerkið hjá Bragdaíðkarunum. Við sínum ótroyttiliga treiskni, var tað eingin dani, sum kláraði at hála seg inn á Jónas. Hann legði seg frá byrjan væl fremst, so spenningurin var einans, um hann kláraði at halda høgu ferðina, ið hann legði út við.
Av tí at breytin er 200m, snúði tað seg um at renna fýra ferð runt. Aldrin var ivi um, hvør fór at koma fyrst í mál. Tíðin var 02:07:48, sum er ein betring á 3 sekund frá seinastu kapping, sum var í Íslandi. Slík úrslit eggja Jónasi at kýta seg enn meir til komandi venjingar.
Á myndini síggjast Søren og Jónas, sum báðir eru líka stoltir av úrslitunum
Á myndini sæst Jónas fegin á sigursskamlinum
Elisabet og Andreas á 60 metrum
Seinasta kappingin hjá Bragdaíðkarunum í dag, vóru 60 metrarnir hjá Elisabet og Andreasi.
Elisabet var tann fyrra í eldinum. Hon rann teinin uppá 8.25sek, bert 3/100sek frá hennara persónliga meti og 3/100 sek skjótari, enn hon rann í Reykjavík í januar í ár. Og eisini er flotta tíðin innandura bólkamet fyri g19. Gamla metið átti Alda S. Lamhauge og setti hon tað í 2017.
Venjingarnar hjá Elisabet eru deildar upp í tvey, av tí, at hon, umframt frælsan ítrótt, eisini fæst við hondbólt í frítíðini. Aftur her verður sjóneykan sett á venjingarumstøðurnar í Føroyum, sum als ikki eru hóskandi til tær teknisku greinarnar um veturin. So við hesum í huga, er hettar eitt sera flott úrslit.
Andreas gjørdi tað eisini sera gott í dag. Hann rann seg í finaluna á 60 metrum við tíðini 7.40 sek. At koma í finaluna, var tað, sum í fyrsta umfari var týdningarmikið. Fyrri teinurin sat enn í beinunum til finaluna, ið longu bleiv runnin 1 tíma seinni. Her megnaði hann tó at renna teir 60m uppá 7.41sek.
Andreas sigur, at hansara fyrireikingar til kappingina ikki hava verið optimalar. Tí er hann eisini nøgdur við úrslitið.
Tað eru tveir íðkarar, ið ikki hava kappast í dag. Tað eru Teresa og Bára. Í morgin skula tær loypa ávikavist hæddarlop og trýstøkk.
Samanumtikið hava vit havt ein sera góðan dag, ið endaði á kinesiskari matstovu í Skive saman við íðkarum og venjarum úr Hvidovre.
Vit gleða okkum til í morgin 🙂
Øll úrslitini síggjast her: