Herluf á 100 km túri

Seinasta leygarmorgun, meðan nakrir hundrað rennarir fyrireikaðu seg til FES stafettina her í Havn, gjørdi Herluf Jakobsen seg kláran til eina heilt aðra avbjóðing í Danmark. Hann skuldi renna við í Ultraløbet Ringkøbing Fjord Rundt 2018. Teinurin er heilar 100 km. Herluf hevur runnið fleiri marathon. Hann er ein av trimum føroyingum, sum hevur runnið seks…

Hallur og Elisabeth runnið 90km…hvør

Í føroyska renniumhvørvinum kenna vit tey. Hann, tí hann hevur vunnið eitt ótal av rennikappingum, frá styttri teinum, til marathon, og fyri hansara vitan og íkasti til frælsan ítrótt í Føroyum. Hevur verið formaður í FÍF fleiri setur, til hann í vár takkaði fyri seg. Hon er ikki líka almenn, men hon er hansara maki.…

Fullteknaður summarskúli!

Summarskúlin fyri børn, sum byrjar mánadagin, er fullteknaður. Tilmeldingin stongir, nú yvir 60 børn hava meldað til. Vit gleða okkum sera nógva at hitta øll børnini og gleða okkum til eina viku við rørslu og stuttleika, saman við tykkum øllum.

Úrslitini frá Ólavsøkurenningini-vaksin

Sum vanligt, skipaðu vit í Bragdinum fyri Ólavsøkurenningini úti á Skálatrøð, tann 27.juli. Undirtøkan var góð og tað er altíð við eitt sindur av spenningi, um onkur luttakari kemur, sum ikki er eitt kent andlit og sum kann spæla rennararnum eitt puss. Og soleiðis var eisini hesa ferð. Ein maður úr Belgia, skrivaði til okkum…

Ólavsøkurenningin og úrslitini børn og ung

So er Ólavsøkan av á hesum sinni og loksins eru úrslitini frá Ólavsøkurenningini her. Í ár runnu børnini fyrst og byrja var við teimum yngstu. Tað riggaði væl, halda vit, tí ofta hevur bíðitíðin verið nakað long, tá tey ikki kunnu byrja, fyrr enn tey vaksnu eru liðug at renna. Summi børn kenna vit frá…

Komið við í summarskúla í august!

Kom í summarskúla áðrenn skúlin byrjar ordiligt! 🙂 Sum nakað nýtt, bjóða vit børnum í aldrinum 7-12 ár í summarskúla í august, 6.-10.august frá kl. 9-12!  Vit fara at renna, kasta og leypa og tað ger einki, um tú ikki hevur roynt tað fyrr. Til at hjálpa tykkum við øllum hesum, hava vit góðar og…

Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2018

Start nr. skulu heintast á Skálatrøð í dag, millum kl. 16.30 og 17.45. Tað ber til at melda til í dag, á staðnum, millum kl. 16.30 og 17.30. Vit standa á økinum við Østrøm 🙂  Sum seinastu nógvu árini, renna vit aftur niðri á Skálatrøð, dagin fyri Ólavsøkuaftan. Startskotið til renningina verður tann 27. juli…

Tøkk til stuðlarnar

Okkara einasta føroyska marathon, Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018, var tann 3.juni. Í ár var metluttøka og alt tiltakið gekk væl. Tað hevur kravt hart arbeiðið, bæði av marathonbólkinum, mannaður við limum úr felagnum, sum sjálvboðin hava arbeitt í næstan eitt ár, fyri at fáa alt at ganga upp og eisini av øðrum góðum kreftum.…

Úrslitini frá Kvinnurenningini 2018

Her er leinki til úrslitini frá leygardegnum, tá ársins Kvinnurenning var: http://app.lap.io/event/2018-06-16-kvinnurenning/results Bragdið takkar tykkum øllum fyri luttøkuna og fyri at tit, allar sum ein, settu dám á hetta frálika tiltakið. Samstundis takka vit Kvinnu fyri gott samstarv og vit gleða okkum longu til Kvinnurenningina 2019:

Kvinnurenningin 2018

Árliga Kvinnurenningin verður leygardagin 16.juni. Bragdið og Kvinna skipa fyri renningini. Bragdið letur chipp til allar kvinnur, sum vilja hava eina skrásetta tíð. Ynskir tú ikki at tíðin skal skrásetast, so er ikki neyðugt at biðja um chipp, tí tað kann órógva skipanina, og tí er ikki neyðugt at stilla seg í røðina, har chippini verða…