Úrslitini frá Ólavsøkurenningini-vaksin

Sum vanligt, skipaðu vit í Bragdinum fyri Ólavsøkurenningini úti á Skálatrøð, tann 27.juli. Undirtøkan var góð og tað er altíð við eitt sindur av spenningi, um onkur luttakari kemur, sum ikki er eitt kent andlit og sum kann spæla rennararnum eitt puss. Og soleiðis var eisini hesa ferð. Ein maður úr Belgia, skrivaði til okkum…

Ólavsøkurenningin og úrslitini børn og ung

So er Ólavsøkan av á hesum sinni og loksins eru úrslitini frá Ólavsøkurenningini her. Í ár runnu børnini fyrst og byrja var við teimum yngstu. Tað riggaði væl, halda vit, tí ofta hevur bíðitíðin verið nakað long, tá tey ikki kunnu byrja, fyrr enn tey vaksnu eru liðug at renna. Summi børn kenna vit frá…