Oyggjaleikirnir 2017

Nú er nakrir dagar farnir, síðani ítróttarfólkini takkaðu fyri seg á Gotlandi og vendu nøsini heimaftur. Frælsur ítróttur var væl umboðaður og sum tað bæði er skrivað og tosað, kláraðu tey seg væl. Hópurin var ungur og ikki øll komu heim við heiðursmerkjum, men tey settu bæði føroysk og persónlig met. Og fyri tey hevur…

Bragdið við á Oyggjaleikunum

Nú gera tey klárt at fara til Oyggjaleikir, bæði íðkarar og viðhaldsfólk. Hesa ferð eru leikirnir á Gotlandi. Úr Bragdinum hava vit trý umboð við. Elisabeth Holm Simonsen, Margit Weihe Frímundsdóttir og Marna Egholm. Hinir luttakararnir eru Rúni Jacobsen, Tórur Mortensen og Alda S. Lamhauge úr Hvirluni og Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen, Rebekka Fuglø…

Bragdar Rúni ger eitt bragd!

Meðan vit her heima hugsa um endaveitslur í skúlunum, leingjast eftir summarfrítíðini og renna eftir asfaltinum, er ein Bragdarmaður á einari heilt øðrvísi ferð. Rúni Simonsen hevur heilt aðrar tankar, tí hann er í ferð við størstu avbjóðingina, nakar Bragdarlimur hevur verið í holt við. Hann er farin tað longu leið til Gobi oyðmørkina í…

Kvinnurenningin 2017

Bragdið og Kvinna samstarva um Kvinnurenningina. Í ár, var renningin flutt fram til 10.juni. Tey seinastu árini hevur renningin verið í august, men hetta var so ein roynd at vita, um fleiri meldaðu til. Gávuposarnir vóru uppi, 1500 íalt, men tað bar til at melda til renningina, tá start nummurini skuldu heintast. Sostatt blivu tað…

Raoul Jankowski setti rutumet

Í nøkur ár, hevur ein kekkur frá Elektron staðið upp á spæl, til marathonrennaran, sum setti met til Tórshavn Marathon. Seinast met varð sett, var í 2004, tá Cecil Weihe úr Bragdinum kom á mál við tíðini 2:49:06 og tað skuldu ganga øll hesi ár, áðrenn metið varð tikið aftur. Hesa ferð var tað týskarin…

Takk fyri

Nú, tveir dagar aftaná Tórshavn Marathon, og gerandisdagurin byrjar við fullari ferð í morgin, kunnu vit líta aftur á leygardagin. Fyrireikingarnar til marathon í ár, byrjaðu beint eftir marathon í 2016. Aftaná eftirmetingarfundin var greitt, at vit heldur ikki í ár kundu hava Tórshavn Marathon sama dag, sum mentanarnáttin er. Tað var jú tað, sum…

Úrslitini Tórshavn Marathon 2017

Í allar fagrasta summarveðrið var Tórshavn Marathon runnið í dag. Karmarnir vóru framúr góðir frá byrjan til enda. Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu og setti renningina í gongd. Eisini helt Durita Tausen frá Krabbameinsfelagnum røðu. Bragdið og Krabbameinsfelagið samstarva um gangi ½ marathon, og ein partur av tí, sum kemur inn, fer til Krabbameinsfelagið. Speakari…

Tórshavn Marathon/startnummur

Morgunin er fagur, sólin skínur og tað er næstan stilli! Vit halda ondini og vóna, at hetta fer at halda sær og vit øll fáa ein praktfullan dag, nú Tórshavn Marathon nummar 15, skal rennast. Tey, sum ikki hava heintað startnummarið, hava enn møguleika til tað. Í Snarskivuni niðri á Vaglinum frá kl. 11.15-12.00 og…

Tórshavn Marathon 2017

Nú er minni enn ein vika, til Tórshavn Marathon fer í gongd. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, tí hetta er tiltakið, sum krevur nógva fyrireiking. Men vit halda at tað hevur gingið væl og vit gleða okkum til leygardagin. Her er tíðindaskrivið, vit hava sent fjølmiðlunum: Tórshavn Maraton 2017   Í Reykjavík er tað, í Nuuk…

Marathon og Bragdið!

Ímeðan fyrireikingarnar eru upp á sítt hægsta til Tórshavn Marathon, hava fleiri føroyingar /Bragdarlimir, runnið marathon. Ikki tí at tað er so óvanligt, men úrslitini hava verið sera góð. Seinasta vikuskiftið var Copenhagen Marathon og úr Bragdinum runnu eini 10 limir. Formaðurin í FÌF, sum er sera snildur við penninum, skrivar  soleiðis á renn.fo: Í…