Morgunin er fagur, sólin skínur og tað er næstan stilli! Vit halda ondini og vóna, at hetta fer at halda sær og vit øll fáa ein praktfullan dag, nú Tórshavn Marathon nummar 15, skal rennast.
Tey, sum ikki hava heintað startnummarið, hava enn møguleika til tað. Í Snarskivuni niðri á Vaglinum frá kl. 11.15-12.00 og tá ber eisini til at keypa start nummar til Fólkaheilsurenningina, sum er umleið 5 km. Øll byrja at renna kl. 13.00
Vit ynskja øllum ein góðan rennidag og vóna, at fólk streyma út á gøturnar at stuðla 🙂