Nú gera tey klárt at fara til Oyggjaleikir, bæði íðkarar og viðhaldsfólk. Hesa ferð eru leikirnir á Gotlandi.
Úr Bragdinum hava vit trý umboð við. Elisabeth Holm Simonsen, Margit Weihe Frímundsdóttir og Marna Egholm. Hinir luttakararnir eru Rúni Jacobsen, Tórur Mortensen og Alda S. Lamhauge úr Hvirluni og Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen, Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen úr Treysti. Tilsamans eru tey 10 og einans trý, Marna, Rebekka og Tórur hava luttikið á Oyggjaleikum fyrr. Ikki bara er hetta fyrstu ferð hjá sjey av teimum! Hetta er eisini ein ungur hópur, men tey hava so klárað krøvini, sum eru sett, fyri at sleppa við.
Tíbetur kunnu vit her heima fylgja við, hvussu gongur hjá teimum øllum. Vit ynskja øllum bestu eydnu og ein serlig heilsan um góða eydnu verður send okkara egnu úr Bragdinum. Koyrið á 🙂