Meðan vit her heima hugsa um endaveitslur í skúlunum, leingjast eftir summarfrítíðini og renna eftir asfaltinum, er ein Bragdarmaður á einari heilt øðrvísi ferð. Rúni Simonsen hevur heilt aðrar tankar, tí hann er í ferð við størstu avbjóðingina, nakar Bragdarlimur hevur verið í holt við. Hann er farin tað longu leið til Gobi oyðmørkina í Kina, har hann skal renna 250 km í 7 dagar.
Vit, sum kenna Rúna vita, at honum dámar væl at renna á øðrum undirlagið, enn vanliga asfaltinum. Henrik Kølleskov, Kølle, og Rúni arbeiða báðir uttanlands og eru teir heima í senn, eru teir á fleiri ævintýraferðum saman í vøkru náttúru okkara, antin rennandi ella við MTB. Tað er frá Kølle, at Rúni fekk brell at fara hesa longu ferð og við góðum ráðum frá honum og Jesper Kenn Olsen, sum vit rennarar kenna til, hevur hann fyrireika seg til ferðina. Eisini hevur hann fingið góð ráð frá Jacob Juul Hastrup, viðv. útgerð o.ø. Rúni og hini, hava fingið telt at sova í, men annars skal hann hava alt annað við sær, so sum mat, kókigreiðir, soviposa, undirlag og klæðir. Tey fáa vatn útflýggjað hvønn dag, og á túrinum eru vatndepot.
Í morgin, hósdagin, er tað hvílidagur og so fer hann aftur á ferð. Tá skal hann á 80 km langa túrin í Black Gobi Desert, í 40 hitastigum.
Rúni er higartil nr 13 av 110 luttakarum.
Ferðin byrjaði 18.juni og spennandi er at fylgja við túrinum, sum ikki er nakar vanligur túrur. Hann rennur, gongur, klintrar upp og niður! Rúni bloggar um ferðina og her er leinki til bloggin:
https://www.4deserts.com/gobimarch/view-full-blogs.php?pid=MzA3OQ%3D%3D&blog=144
Eisini ber til at skriva honum boð og senda honum góðynski.
Vit ynskja Rúna allar bestu eydnu 🙂