Tórshavn Marathon 2016 slær øll met !

Tórshavn Maraton 2016 slær øll met Tórshavn Maraton nærkast og leygardagin 4. Juni fyllist Tórshavnar býur við føroyingum og útlendingum, sum fara at renna maraton, hálvt maraton, hálvt gongumaraton og Heilsurenning. Ongantíð áður hava so nógvir luttakarar meldað til maraton og vit hava tí verið noydd at avmarkaða luttøkuna til 500 rennarar. Av teimum 500…

½ marathon í Klaksvík

Nú eru nakrir dagar farnir, síðani FM í ½ marathon var í Klaksvík. Rutan var broytt í ár, í mun til undanfarin ár, og burtur vóru brekkurnar, so at rutan nú var sløtt. Eini 130 høvdu meldað til og sum altíð, vóru fleiri rennarar úr Bragdinum við. Ikki er so vanligt at hava haru við til…

Úrslitini frá fyrstu Stórkappingini

Tríggjar Stórkappingar eru tilsamans og tann fyrsta var leygardagin 21.mai. Feløgini skiftast um at skipa fyri saman við FÍF og hesa ferð var tað Hvirlan, sum átti tørn. Veðrið var av tí allarfagrasta og fleiri áskoðarar høvdu leitað sær á Tórsbreyt. Og tað er eitt sindur hugaligari at kappast, tá summar er í luftini. Fleiri áhugaverdar kappingar vóru…

Tårnby Games – okkara søga

Síðani 2006 hava ungir limir úr Bragdinum luttikið í Tårnby Games. Fyrsta árið fóru fýra luttakarir avstað, og í ár vóru tað 24 luttakarar í aldrinum 6 til 19 ár, sum luttóku. Fleiri nýggj andlit vóru við, sum ongantíð høvdu kappast við øðrum enn føroyingum og onkur hevði heldur ikki kappast á breyt fyrr. Ferðaliðið taldi tilsamans 44…

2. dagur í Tårnby

So var sunnudagurin, sum var tann seinni dagurin í Tårnby Games, liðugur. Veðrið var, um ikki líka gott sum leygardagin, so enn betri og heitari. Og sjálvt um hetta eru heitari umstøður, sum vit ikki eru von við í Føroyum, hoyrdist einki grenj um nakað. Íðkararnir syrgdu fyri at sita í skugganum tær løturnar, tey høvdu…

1.dagurin í Tårnby

So er fyrsta náttin í Tårnby farin afturum og leikirnir, Tårnby Games settir í gongd kl 12.00. Yvir 800 íðkarar eru við og Bragdið er við í 110 startum. Aftaná morgunmatin var felagsfundur uttanfyri í góðveðrinum. Venjararnir býttu íðkararnar millum sín, men ábyrgdin at møta upp til ymsu kappingarnar, hava íðkararnir sjálvir. Venjararnir løgdu dent á,…

Tårnby Games-here we come !

Aftur í ár luttaka vit í Tårnby Games, sum verður hetta vikuskiftið, 7. og 8.mai. Hópurin telur 42 fólk, harav 21 íðkarar í aldrinum 6 til 19 ár. Øll hini eru venjarar og leiðarar og so foreldur og systkin. Kappingarnar koyra frá tíðliga leygarmorgunin og enda sunnukvøldið. Bragdið hevur luttikið í Tårnby Games í nógv…