Kunning um Ólavsøkurenningina

Í dag kl. 18.00 byrjar ólavsøkurenningin niðri á Skálatrøð. Børnini renna fyrst og aftaná renna tey vaksnu. Start nummur skulu heintast í “Fabrikkini” t.v.s. aftan fyri Østrøm, í Sigmundargøtu. Tey kunnu heintast frá kl. 16.30. Yngstu børnini byrja renningina og ein vaksin rennir framman fyri tey og vísir vegin. U7 og U10 renna 420m og…

Tilmeldingin til Ólavsøkurenningina einans á netinum

Av tí at vit skulu halda okkum til almennu tilmælini um frástøðu, ber bert til at melda seg til ólavsøkurenningina á netinum. Tað vil siga, at EINGIN tilmelding er á staðnum, sum tað vanliga plagar at verða. Tí vilja vit heita á øll, sum fegin vilja renna við, um at melda til her: https://www.atgongumerki.fo/fif/  og…

Ólavsøkurenningin 2020

Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Renningin er, sum vanligt, mánakvøldið 27.juli kl. 18.00. Sjálvt um Ólavsøkan verður heilt øðrvísi, enn hon plagar, hava vit gjørt av at renningin verður. Vit halda okkum til almennu tilmælini frá Korona ráðgevingini og vænta, at øll gera tað sama. Karmarnir um renningina, eru…

Stuðulin frá Føroyar Renna 2020

Tíðindaskriv: Bragdið skipaði tann 7. juni við stuðli frá Tórshavnar kommunu fyri tiltakinum “Føroyar Renna”. Tað var ókeypis at luttaka, men luttakarar og onnur kundu eftir hugi og førimuni lata nakrar krónur, sum Bragdið síðan lat Krabbameinsfelagnum.   Inn komu ikki færri enn 21.250 krónur, sum tær báðar Ann Thomsen og Ann-Mari av Skarði frá…

Ung í Bragdinum við til Tårnby Games 2020

Hetta vikuskiftið hevur Tårnby Games verið, og sum siður er, hevur ein hópur úr Bragdinum luttikið. Kappingin plagar at verða í mai og Bragdið plagar eisini at fara við einum hampiliga stórum ferðalagið, við íðkarum, venjarum og avvarðandi, men orsakað av Koronastøðuni í verðini, var alt broytt. Kappingin var flutt og tilmælini skuldu haldast, so…

Vælkomin til opnar kappingar á Tórsbreyt

Vit ynskja hervið at boðað frá opnum kappingum á Tórsbreyt fyri børn 12 ár og eldri týs- og hósdagin 7. og 9. juli. Skráirnar eru hesar: Týsdagin 7/7: Kl. 18.00 100 m Kl. 18.00 Spjótkast Kl. 18.45 Longdarlop Kl. 19.15 800 m Hósdagin 9/7: Kl. 18.00 Trýstøkk Kl. 18.00 Kúluvarp Kl. 18.15 Hæddarlop Kl. 19.15…

Føroyar Renna sunnudagin 7.juni

Sunnudagin verður tað! Dagurin, tá Føroyar Renna. Vit eru ovurfegin um tað metstóru undirtøkuna, tiltakið hevur fingið og í skrivandi stund streyma tilmeldingarnar inn. Arbeitt verður við kraft at fáa øll start nummurini send við telduposti til luttakararnar. Her er ein stutt vegleiðing til í morgin: Føroyar renna, soleiðis gert tú: 1. Melda teg til…

Fyrsta umfar í Betri Stórkapping

Endiliga var kapping aftur! Tórsbreyt var leygardagin karmur um fyrsta umfar, av trimum, í Betri Stórkappingini. Eitt sindur av vindi og eitt kalt lot var hendan leygardagin í mai. Onkrar broytingar vóru rundan um kappingina, tí hesa ferð var roynt at stroyma alla kappingina á Facebook og eisini var ein nýggj tíðtakingarskipan roynd. Vallarspeakarin var…

Føroyar renna 7.juni

Føroyar renna Komið og rennið sunnudagin 7. juni kl. 13, tá Ítróttarfelagið Bragdið og Tórshavnar Kommuna skipa fyri Føroyar Renna. Renn ella gang 5 km, 10 km, hálvt marathon ella okkurt heilt annað, líka mikið hvar í Føroyum tú ert. Vit renna saman hvør sær. Føroya einasta marathon – og ársins renniveitsla – sum seinastu…

Renn Flaggdagin – allan dagin

Renn Flaggdagin – allan dagin. Almenna Flaggdagsrenningin er avlýst, tá umstøðurnar eru, sum tær eru beint nú. Men Flaggdagurin er tann sami, teinurin er tann sami og hevur tú hug at renna ella ganga rutuna, so skjóta vit upp, at tú gert tað. Nú hevur tú allan dagin at renna teir 7 km frá Kongabrúnni…