Tårnby Games sunnudagur

Leingi er tað, ið væl skal verða! Nú eru longu fleiri dagar síðani ferðalagið kom heim aftur úr Tårnby, við teimum frálíku úrslitunum. Tey hava eisini vant fleiri ferðir síðani og fyrireika seg til næstu kappingarnar. Úrslitini frá sunnudegnum eru á hesari leinki: http://imars.dk/liveboard/Team?meetId=e681ce7b-8a11-42fe-93b3-2fe728c1476b&teamId=90db2770-5f2b-43dc-8450-233f69fd0fc3&dayNo=2&sortBy=0&competitionList=0 Tá kappingin var liðug, fóru øll á Jensens Bøfhus at eta…

Tårnby Games, leygardagur og føroyskt met

Í skrivandi stund eru leikirnir annan dagin á rað, í gongd, men nógv góð úrslit vóru fyrra dagin. Eitt føroyskt met í hæddarlopi var sett, tá Teresa Bláhamar leyp 1.50 metur og tað rakk til bronsu heiðursmerki. Silas Wang leyp 1.58 m og fekk silvur í sínum aldursbólki. Karin Holm Simonsen rann ein góðan 800m…

Bragdið á veg til Tårnby Games

Sum siður er, luttekur ein bólkur av børnum og ungum í Tårnby Games, sum er um vikuskifti. Tey fara við Atlantic Airways seinnapartin og í morgin byrja kappingarnar. Ferðalagið telur, umframt íðkarar og venjarar, foreldur og systkin. Ferðin er altíð væl fyriskipað og tey búgva eitt hanagleiv frá breytini, so skjótt er at koma til…

Úrslit frá Flaggdagsrenningini 2017

Renningin í dag, var nummar 31 í røðini. Fyrst koma úrslitini, seinni koma onkrar myndir og frágreiðing. Úrslitini hjá børnunum eru her: Úrslit børn flaggdagin 2017 Úrslitini hjá teimum vaksnu, sum runnu við chippi, eru her: http://app.lap.io/event/2017-flaggdagsrenning/results Sum vanligt, var eisini liðkapping fyri arbeiðspláss og hesi liðini vunnu: Kvinnuliðini: Sopi 2 MBM 54 stig Hoydalar…

Flaggdagsrenningin 2017

Start nummur skulu heintast í Snarskivuni í dag, Flaggdagin, millum kl. 13 og 15. Tilmeldingin er stongd, men vilt tú renna Stuttleikarenning, so ber til at melda til í Snarskivuni Flaggdagin millum kl. 13 og 15! Eisini kunnu børn meldað til í Snarskivuni. Tíðindaskriv: Vit eru komin í apríl, dagarnir gerast longri og ljósari og…

Flaggdagsrenningin 2017

Vit bjóða tykkum øllum við til Flaggdagsrenningina 2017 Renningin er tann 31. í røðini og tilmeldingin er klár. Eins og undanfarin ár, verður runnið frá Kongabrúnni og til tey vaksnu eru tvær rutur at velja í. Børnini eru eisini vælkomin við og har er býtt upp eftir aldri. Tilmeldingin er her: https://app.lap.io/event/2017-flaggdagsrenning Og frágreiðing um…

Súni og Robert eru Six Star Finisher

Meðan vit hava notið føroyska góðveðrið 2.páskadag, hava føroyskir rennarar runnið marathon í Boston. Klokkan 15 føroyska tíð byrjaðu tey og fyri tveir rennarar úr Bragdinum var hetta ein serlig marathonrenning. Gjøgnumførdu teir, vóru teir fyrstu føroyingarnir, sum kundu kalla seg “Six Star Finisher” Tað kunnu teir, tí teir hava runnið seks tey størstu marathon,…

Fleiri bólkamet og Margit føroyskt met í longdarlopi

Úrslit – opnar kappingar 15. apríl 2017Mong góð úrslit vórðu aftur á Tórsbreyt leygardagin í opnu kappingunum, ið Bragdið skipaði fyri. Nærum øll settu persónlig met og 4 bólkamet bleiv tað til í bæði longdarlopi og 200 m. Miso Buha sett ikki minni enn tvey bólkamet á 200 m og longdarlopi. Jónas Isaksen setti bólkamet…

Alda og Elisabeth klárar til Oyggjaleikir – Úrslit av Tórsbreyt 12. apríl 2017

Í góðveðrinum mikukvøldið megnaði ungdómur okkara sera flott úrslit í opnum kappingum. Elisabeth Holm Simonsen úr Bragdinum og Alda S. Lamhauge úr Hvirluni kláraðu báðar Oyggjaleikakravið á 100 m (Elisabeth fyri aðru ferð). Harafturat vórðu 7 bólkamet sett umframt nøkur persónlig met. Hjartaliga tillukku tit. Úrslitini síggjast her: Úrslit – opnar kappingar 12. apríl 2017

Opnar kappingar á Tórsbreyt 12. apríl kl. 18

Opnar kappingar verða á Tórsbreyt 12. apríl. Greinarnar verða 100m, 800m og trístøkk. Tilmelding á staðnum 30 min áðrenn start. Ókeypis. Skrá: kl. 18.00 100 gentur kl. 18.20 100 dreingir kl. 18.30 Trístøkk gentur kl. 18.30 800 m gentur kl. 18.40 800 m dreingir kl. 19.00 Trístøkk dreingir Allar greinar frá 12 ár og eldri (tvs. árg. 2005 og…