Myndir frá flaggdagsrenningini
Í tí besta apríl og renniveðrinum, vit kundu ynskt okkum, var flaggdagsrenningin runnin. Úrslitini eru her: https://www.webscorer.com/race?raceid=239206 Og myndir frá degnum eru niðan fyri her:
Í tí besta apríl og renniveðrinum, vit kundu ynskt okkum, var flaggdagsrenningin runnin. Úrslitini eru her: https://www.webscorer.com/race?raceid=239206 Og myndir frá degnum eru niðan fyri her:
Startnummur til flaggdagsrenningina skulu heintast í Snarskivuni sunnudagin, flaggdagin 25.apríl, frá kl. 14.00 til kl.15.30 Startur og mál er á Kongabrúnni, beint uttan fyri Betri trygging. Renningin byrjar kl. 16.00 tá yngstu børnini renna. Tá tey eru komin á mál, renna tey næstyngstu. Báðir bólkarnir renna 500 m, sum er frá Kongabrúnni og út til…
Føroyar renna var í ár skírishósdag, 1. apríl. Tað vóru um 420 tilmeldingar í øllum landinum. Tiltakið var ókeypis, men tað bar til at stuðla Sinnisbata við upphæddum frá 50 krónum og meira. Tórshavnar Kommuna stuðlaði tiltakinum, saman við Visit Tórshavn, og tí kundu vit gera tað soleiðis, at einki luttakaragjald varð kravt. Føroyar renna…
Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning! Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 35. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning…
Í dag var seinasta umfar av Betri Vetrarkappingini runnið, VK 8, sum eisini er kapping um føroyameistaraheiti á góðkendum 10 km teini. Veðrið var framúr gott og rennilíkindini vóru sera góð. Fleiri rennarar úr Bragdinum vóru við aftur hesa ferð. Á kvinnusíðuni fingu vit meistaraheiti í hús, tí Sarah Vallin vann klárt, nakrar minuttir framman…
Mikukvøldið var ársaðalfundurin í hølunum hjá Klintra. Ársaðalfundir eru ikki nakað, sum samlar nógv fólk, men uppmøtingin var góð. Gott kjak og prát og góður fundur. Hilmar var fundarstjóri, sum vanligt, og uppgávuna kláraði hann til fulnar aftur í ár. Forkvinnufrágreiðingin var næstan líka rúgvismikil, sum tá korona ikki órógvar, hóast nógvar avlýsingar av tiltøkum.…
Góðu limir Bragdið hevur aðalfund mikukvøldið 24.februar kl. 19.00. Fundurin verður í hølunum hjá Klintra. Fyri vali standa tríggir nevndarlimir, Ann, Rógvi og Katrin og tey hava øll hug at halda fram. Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra Formaður sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan.…
Fyrrapartin 6.februar var Betri VK5, sum eisini er FM í lendisrenning, runnið í Hoydølum. Kavin gjørdi, at rutan mátti broytast eitt sindur, tí ov hált var í viðarlundini. Tað var mett ikki ráðiligt at renna á kava- og glerkløddu gøtunum og tí var rutan, øll sum hon var, runnin á fløtuni, somu rutu sum vanligt,…
Tórshavn Marathon 6. juni 2021 einans fyri føroyingar Vit høvdu glett okkum til, at Tórshavn Marathon 2021 skuldu verða tað størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð. Við fleiri rennarum enn nakrantíð áður. Úr fleiri londum enn nakrantíð áður. Fyri rennarum úr øllum heiminum, sum skuldu koma til Føroyar at renna heimsins vakrasta marathon í okkara fantastiska…
Leygarmorgunin 6.februar er FM í lendisrenning og runnið verður í Hoydølum. Nú er møguleiki hjá øllum áhugaðum at renna á øðrvísi undirlagi, tí runnið verður úti á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Hetta er fimta umfar í Betri vetrarkappingini, Betri VK5, og er samstundis FM í lendisrenning. Øll eru vælkomin at renna við. Ofta…