Bragdið í Íslandi

Tíðliga í morgun, fríggjamorgun 17.januar, fór ein Bragdarhópur til Íslands at kappast. Við á ferðini eru íðkarar, venjarar og foreldur. Kappingin byrjar leygarmorgunin og heldur fram sunnumorgunin, og tey koma heim aftur mánadagin. Vit frætta meira frá teimum seinni.      

Nýggj tíðtaking til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2020

Tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður tann 7.juni 2020, fara vit í samstarvið við Ultimate Sport Service at halda skil á tíðini hjá luttakararnum. Tað ger so eisini tað, at tilmeldingin fer frá mánadegnum 13.januar at koyra gjøgnum ta skipanina. Ultimate Sport Service er ein av teimum fremstu tiðtakingarskipanum í Skandinavia og bjóða seg fram…

Jólaheilsan

Góðu limir Vit ynskja tykkum øllum, við familju, eini góð og hugnalig jól. Sum vanligt hevur verið tey seinastu árini, renna vit ein felagstúr til jólatrøini í býnum, 2. jólamorgun. Vit byrja kl. 9.00 á Tórsbreyt og hava ein drekkamunn aftaná. Bragdið bjóðar te og kaffi og tað afturvið, taka vit við sjálvi. Nevndin Ann,…

Bragdarhúsið letur aftur 31.12.

Fyri tveimum árum síðani, kunngjørdu vit á aðalfundinum, at vit ætlaðu at lata Bragdarhúsið aftur. Húsið skal takast niður í samband við útbyggingina í Gundadali, men enn vita vit ikki akkurát nær tað verður. Ungdómurin brúkti rennibondini, men tey eru farin aðra staðni at venja og tí stongja vit húsið endaligt 31.12.19. Allir Bragdarlimir kunnu…

Eirikur vann og setti pr!

Vit áttu tørn at skipa fyri triðju vetrarkappingini, Betri VK3 og sum eisini var tann seinasta í ár. Hendan kappingin hevur verið runnin á fleiri støðum, bæði í Havn og á Argjum, men í ár valdu vit at fara úr Havnini, eitt sindur longur norður, til Kollafjarðar. Hetta er mitt í øllum jólaborðhaldum og júst…

Betri VK 3 í Kollafirði

Bragdið fer úr Havn eina løtu, tí leygardagin 7. december kl. 11.00 fara vit til Kollafjarðar at renna. Hetta er triðja kappingin í Betri VK 3 og vit eiga tørn at skipa fyri. Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 3 km fyri børnini, sum telja við í Betri…

Komið og rennið við okkum

Gongur tú við einum dreymi um at orka betri at renna? So kunnu vit í Bragdinum kanska hjálpa tær, tí nú fara vit at bjóða rennivenjing til tín, sum er á byrjanarstøðið og fegin vil koma víðari. Byrja verður róligt og atlit verður tikið til, hvørjari venjingarstøðu tú ert í. Vit eru ein herligur hópur…

Henry the man

Seinasta mikudag, 18.september, fylti Henry Olsen 55 ár. Henry er klaksvíksingur og býr í Havn og hevur verið Bragdarlimur í fleiri ár. Henry hevur vunnið eitt ótal av kappingum og eigur eina rúgvu av heiðursmerkjum. Tað kemur ikki av ongum! Hann er ótrúliga nærlagdur og heldur seg í altíð form. Hann sigur tó, at hann…

Run the world

Mikudagin høvdu vit vitjan av Dan Thompson, sum hevur gjørt av at renna í 205 londum. Hann samlar pengar inn til gransking innan krabbamein og tað avgerðina tók hann, tá fleiri í familjuni ikki kláraðu stríðið móti herviligu sjúkuni. Hann rennur 10 km hvørja ferð og túrurin í Havn var nummar 175. Einasta treytin var,…

Bragdið hjá Elisabeth og Halli

Ert tú rennari, spurdi ein kona Elisabeth Larsen herfyri. Elisabeth ivaðist, hvat hon skuldi svara…. men tað gera vit í hvussu so er ikki. Hon byrjaði við Flaggdagsrenningini fyri nøkrum fáum árum síðani, og síðani fekk hon smakk fyri renningini og hevur sett sær sum mál, at renna longri og longri. Hon og Hallur Holm…