Stuðulin latin frá Tórshavn Marathon

Seinnapartin mánadagin, 3.november, var ein hugnalig løta í okkara felagshúsið:   “Í dag hava vit handað hesum feløgum stuðul: Alzheimerfelagnum Heilafelagnum Parkinsonfelagnum Stuðulin er frá Tórshavn Marathon, sum var 1.juni 2025 Tá meldað verður til Tórshavn Marathon, ársins renniveitslu og Føroya einasta marathon, er møguleiki at lata eina upphædd í stuðli. Haraftrat fara 100 kr…

Persónlig og føroyskt met í Valencia

Í dag, sunnudag 26.10.25, runnu tveir av okkara skjótu, ungu monnum hálvt marathon í Valencia. Tað vóru teir báðir, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð, sum báðir luttóku á Oyggjaleikunum í summar. Har vunnu teir gull fyri lið, saman við Julian Gregersen, sum eisini rann í dag. Rógvi og Neli settu báðir persónligt met. Rógvi rann…

Torbjørn og Maria vunnu sína fyrstu vetrarkapping

So er vetrarkappingin farin í gongd og fyrsta umfar varð runnið á Sandi, har vit í Bragdinum skipaðu fyri, saman við nýstovnaða rennifelagnum á Sandoynni, Tindar. Í ár er vetrarkappingin blandað av nýggjum, soleiðis at raðfylgjan ikki er, sum hon plagar og vit sloppu tí at byrja. Vit vóru á Sandi til VK5 í februar,…

MBM VK1 á Sandi

Leygardagin 25. oktober byrjar MBM vetrarkappingin og byrjað verður á Sandi. Bragdið og nýggja rennifelagið á Sandoynni, Tindar, skipa fyri. Talan er bæði um siðbundnu vetrarkappingina við 8 umførum, sum byrjar nú og endar í mars, men vit bjóða eisini børnum og motionistum at luttaka. Startur og mál er uttan fyri høllina og vit byrja…

NÝTT! Frælsur ítróttur børn og ung 9-14 ár

Frælsur ítróttur fyri børn og ung (9–14 ár) Í vetur bjóða vit børnum og ungum í aldrinum 9 til uml. 14 ár at byrja til frælsan ítrótt á einum byrjunarliði. Byrjað verður mikudagin 17. September. Liðið er væl egnað til tey, sum vanliga ganga til aðrar ítróttargreinar og vilja royna frælsan ítrótt, men eisini til…

DMU og gull til Jónas

Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Tårnby. Bragdið hevði tveir luttakarar við og tey bæði runnu 200 m og bæði runnu í dag, sunnudag. Tað vóru tey bæði Jónas G. Isaksen og Sofía Højgaard umboðandi Bragdið og við teimum var Eyð, ferðaleiðari. Jónas rann seg til eina gullmedalju við tíðini 21.67 sek, sum tó ikki…

Væleydnað Faroe Express Stafett 2025

Leygardagin 30. august var økið við Faroe Express fult av spentum fólkum. Øll skuldu luttaka í Faroe Express Stafettini 2025, FES. Metstór luttøka hesa ferð, heili 686 lið við trimum luttakarnum á hvørjum liði, antin rennilið ella gongulið. So har vóru um 2000 fólk! Stafettin byrjaði í smáum fyri nøkrum árum síðani og síðani vit…

Smábarnavenjingin byrjar aftur

Nú fara vit í gongd aftur, aftaná ein stuttan summarsteðg. Vit byrja mikudagin 20.august kl. 16.00 og aldursbólkurin er frá 5-9 ár, umleið. Tvs at pláss er fyri yngri børnum, um so er. Vælkomin á Tórsbreyt mikudagar kl. 16.00   Venjararnir Ann-Mari, Ann, Jóhanna, Jóhan og Sunneva

Havnardalur Backyard Ultra 2025

Ársins Backyard vinnari rann 25 umfør á 6,7 km, tilsamans 167,5 km! Danin, Lars Vædeled Roed var drúgvastur og sum reglarnar eru, skuldi hann renna seinasta umfar einsamallur, tí Niels Poulsen úr Bragdinum gavst aftaná 24 umfør. Hetta er triðju ferð, Bragdið skipar fyri einari Backyard kapping og hetta er fyrstu ferð at nakar hevur…

Julian og Rutt vunnu ólavsøkurenningina

Tað vóru systkini úr Klaksvík, Julian og Rutt Gregersen, sum fóru við sigrinum í dag, tá ólavsøkurenningin var á Skálatrøð. Bæði hava runnið á oyggjaleikunum og eru tí væl fyri. Julian og Jacob Ejby Stengaard kappaðust allar 5 km, men Julian var drúgvari og kom á mál nøkur sekund framman fyri Jakob. Jakob hevur annars…