Rógvi Kárason vann Bragdið Top Run 2022

Bragdið Top Run 2022 Rógvi Kárason vann Bragdið Top Run, sum var runnið í dag. Hóast líkindini at renna onkuntíð hava verið frægari, enn í dag, tí bæði vindur og nógv regn var allan vegin, knógvaði Rógvi seg á mál við eini sera góðari tíð, sum var 44:54. Hjá kvinnunum var Borgarhjørt Holm tann stinnasta…

Bragdið Top Run

Sunnudagin 10.juli kl. 16.00 renna vit aftur Bragdið Top Run. Vit byrja í Kollafjarðardali og renna niðan á Sornfelli. Ein long brekka, sum er 9,8 km. Tað var MIF, Mjørkadals Ítróttarfelag, sum byrjaði renningina og tá tey riggaðu av, handaðu tey okkum í Bragdinum, Top Run. Nærum øll, sum hava luttikið, hava gjøgnumført, so vilt…

Jónas sett nýtt føroyskt met í Ísrael

Jónas setti nýtt føroyskt met á 400 m, nú hann í ferðalagi við danska U18 landsliðnum, er til EM í Ísrael. Í morgun skuldi Jónas renna 400 m og hann gjørdi ikki mætari, enn at seta nýtt føroyskt met, við tíðini 49,19 sek. Flott runnið Jónas og hjartaliga til lukku við avrikinum. Eisini ein heilsan…

Jónas og Eiri skriva søgu.

Bragdið skrivar søgu, tí frá 4. til 7.juli eru tveir ungir garpar við til U18 EM, sum er í Ísrael. Í mars mánaða luttóku Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss í DMU í Skive. Báðir tveir gjørdu ikki mætari enn at leypa yvir 7 m í longdarlopi – Jónas leyp 7,04 og Eiri 7,07…

Smábarnavenjingin

Í Bragdinum hava vit eisini smábarnavenjing, sum er ætlað børnunum frá 6-7 ára aldri til uml. 11 ár. Bogi Lenvig er venjari og aftrat sær hevur hann Elnu og Sam, sum hjálparvenjarar. Venjingin er týs- og mikudagar kl. 17-18 á Tórsbreyt og venjingin er fjølbroytt og góð. Til at geva boð, brúkar Bogi Facebook og…

Føroyar Renna-heiðursmerkini

Soleiðis fært tú títt heiðursmerki eftir páskir: Býrt tú í Norðagøtu, á Kambsdali, í Fuglafirði, í Leirvík, í Oyndarfirði, við Gjógv, á Skála, á Strondum, á Glyvrum, á Toftum, á Nesi, í Runavík, í Æðuvík, í Saltangará, í Lamba kanst tú heinta heiðursmerki í Skósølan við Gøtugjógv. Býrt tú á Eiði, á Norðskála, á Oyrabakka…

Flaggdagsrenningin 2022

Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!   Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 36. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning…

Føroyar Renna aftur í ár

Skírishósdag 14.apríl fara Føroyar at renna. Minnast tit hvussu stuttligt tað var? Tilmeldingin er klár og leinki er niðanfyri: Minnist til, at skráset tit tíðina, fáa tit heiðursmerki 🙂 Komið við – vit fara 🙂

Aðalfundurin

Hóskvøldið 10.mars var aðalfundur felagsins og hesa ferð var fundurin í felagshúsinum. Tað møttu fitt av fólki til fundin. Hilmar Høgenni var valdur til fundarstjóri, sum hann hevur verið undanfarin ár og tað kláraði hann til fulnar. Fyrst var formansfrágreiðing á skránni og aftaná var roknskapurin gjøgnumgingin. Fyri vali stóðu Ann-Mari og Eyðun. Ann-Mari tók…

Danskir meistarar, gull og annað gott

Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Skive og eitt ferðalag úr Bragdinum luttók í kappingini. Kappingin gekk fyri seg í eini innandura høll, eini høll, sum vit so brennandi ynskja okkum her heima! Byrjanin leygarmorgunin var góð, tí Arina Ludvig setti pm (persónligt met) á 400 m við 1.07.32 min. Síðani gekk tað slag í…