Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Skive og eitt ferðalag úr Bragdinum luttók í kappingini. Kappingin gekk fyri seg í eini innandura høll, eini høll, sum vit so brennandi ynskja okkum her heima!
Byrjanin leygarmorgunin var góð, tí Arina Ludvig setti pm (persónligt met) á 400 m við 1.07.32 min. Síðani gekk tað slag í slag og úrslitini eru hesi:
Eiri Jógvansson Glerfoss setti pm og bm (bólkamet) á 60 m við tíðini 7:29 og kom í finaluna. Har rann hann 7:37
Bára Jógvansdóttir Glerfoss og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar settu báðar innandura pm í longdarlopi. Bára leyp 4,81 m og Teresa leyp 4.76 m
Sveinur Silvurstein rann 60 m og setti persónligt met við tíðini 7:53 og kom í finaluna. Har rann hann júst somu tíð, sum í innleiðandi.
Bára Jógvansdóttir Glerfoss rann 60 m við tíðini 8:52 sum er ársins besta tíð
Óðin Jógvansson Glerfoss setti pm á 60m við 8:15 sek
Tummas Sjóvará gav seg 123% á 400. Flotta millumtíð undir 24 sek á 200m og brennir “av tí sama” út.
Jónas Gunnleivsson Isaksen rann seg til silvur á 400 m og setti pm við 51:11 sek! Tíðin hjá Jónasi er bólkamet D17. Gamla metið átti Jónas sjálvur á 51:89.
Úrslitini frá sunnudegnum eru her:
Eiri Jógvansson Glerfoss bestu tíð innleiðandi á 60m forðarrenning við 8,52 sek pm og bm og kom í finaluna.
Í finaluni 60m forðarrenning vann Eiri silvur og setti aftur pm og bm við 8,48 sek
Í longdarlopi leyp Eiri 7.07 í longd til 1. pláss og kvalifiseraði seg til U18 EM í Jerusalem í summar
Jónas Gunnleivsson Isaksen rann 200 m við tíðini 23,26 sek sum rakk til bronsu. Eins og Eiri, var Jónas eisini við í longdarlopi og leyp 7.04m og tað rakk til 2. pláss. Hann kvalifiseraði seg somuleiðis til U18 EM í Jerusalem í summar. Jónas var 80 cm frammanfyri nr 3, so ikki kann sigast annað enn, at teir vunnu so syngjandi
Hennie luttók í hæddarlopi og í seinstu royndini var Hennie heilt tætt viđ at klára 1.44m. Tađ gekk ikki hesa ferđ, men hon fekk noterað 1.41m. Hennie Maria var eisini við í trýstøkk og leyp 10.09m, har hon fekk silvur.
Heiða Jacobsen luttók eisini í trýstøkk og kláraði at leypa 8.96 og tað rakk til 8. pláss
Arina L. Michelsen leyp 9.76 á trýstøkk og endaði á einum 3. plássi. Og hon rann eisini 200 m, har hon setti persónligt met við tíðini 28.82sek.
Eisini var Bára J. Glerfoss við í trýstøkk og hon leyp 9.93 sum rakk til 3. pláss
Óðin Glerfoss setti pm í longdarlopi við 4,44 m og eisini á 200 m rann hann eitt persónligt met við tíðini 26,56
Sveinur Silvurstein og Tummas Sjóvará settu báðir persónligt met á 200m. Sveinur viđ tíđini 24.24sek og Tummas við tíðini 23,84 sek
Sofía Højgaard rann 200 m og setti persónligt met tíđini 29.27sek
Og at enda runnu Sveinur, Tummas, Jónas og Eiri 4x200m í U22 stafett og vunnu gull við tíðini 1.33,41. Bólkurin eitur U22, men okkara eru bara 16, 17, 19 og 19 ár.
Vikuskiftið hevur verið gott. Fleiri góð úrslit, persónlig met og heiðursmerki av øllum slagi. Stuttligt er eisini hjá ungdóminum at kappast innandura, nakað sum tey ikki eru von við. Her heima venja tey úti alt árið og í øllum veðrið og tvey tey seinastu árini hava tey vant og gjørt seg klár til kappingar uttanlanda, men vegna korona hava flestu kappingarnar verið útsetttar ella avlýstar. Ágrýtin hava tey verið og takkað verið dugnaligu venjararnum, Jógvan og Debes, sum hava motiverað tey at halda fram at venja, síggjast úrslitini nú.
Tey vóru úti og ótu italienskt í gjárkvøldið, allar hetjurnar, og hugnaðu sær og í dag, mánadag, kemur ferðalagið heimaftur. Og í sama flogfari, er ein onnur hetja, Hallur Holm, sum rann 214 km.
Hjartaliga til lukku við øllum 🙂