Meðan tey vaksnu kappaðust á Tórsbreyt hetta vikuskiftið, gjørdu Sigrið og Ró Apolonia vart við seg í Keypmannahavn. Tær báðar vóru og ferðaðust í Danmark við familjuni og áðrenn fráferðina kannaðu tey, um nøkur rennikapping var. Og tað var so heppið, at ein av størstu rennikappingunum í Danmark, Sparta Copenhagen Games, var júst hetta vikuskiftið. Luttakarar í øllum aldri dystaðust og íðkarar, ið høvdu umboðað Danmark í OL, vóru millum luttakararnar.
Tær báðar systrarnar umboðaðu Bragdið og gjørdu eitt ordans hál. Tær komu heim við 10 heiðursmerkjum tilsamans. Sigrið setti 4 bólkamet: bóltkast 49,16 metrar, 60 m renning 9.28, 400 m renning 1.08.41 og í 1000 m var tíðin 3.18.33. Tað vil siga at hon tók heili 21 sek av metinum í hennara bólki á 1000m. Sera flott!
Leggjast skal aftrat, at Sigrið er einans 11 ár og systirin Ró Apolonia er 8 ár.
Spennandi verður at fylgja teimum, nu FM fyri ung verður fyrsta vikuskiftið í september.
Hjartaliga til lukku tit báðar 🙂