Leygarmorgunin 14.august kl. 11.00 skipar Bragdið fyri renning í Nólsoy, í samband við at Ovastevna verður. Í fleiri ár hevur renning verið ein partur av stevnuni og tá varð runnið var niðan á Oyggjarmúla. Í 2019 valdu fyriskipararnir at skipa fyri renning í bygdini og at býta upp í bólkar, soleiðis at fleiri kundu koma við og tað eydnaðist so mikið væl, at leygarmorgunin verður renningin endurtikin. Heiðursmerki verða latin trimum teimum fyrstu í hvørjum bólki.
Fyriskipararnir skriva soleiðis:
“Rennið ella gangið á ovastevnu. Tiltakið, sum byrjar leygarmorgunin kl 11, er fyri børn og vaksin, tey, ið renna og tey, ið ætla at ganga ein túr. Tey vaksnu renna/ganga 5 km eftir sløttum runt í bygdini, yngru børnini renna 400m og eldru børnini 800m. Komið og byrjið ovastevnuna við einum rennitúri.”
Skjótt er at koma út til Nólsoyar og nólsoyingar eru sera blíðir. Leygarmorgunin siglir Ternan úr Havn kl. 9.30 og inni á SSL kemur meiri kunning um ovastevnusiglingina.
Tilmeldingin er latin upp og best er at melda til í góðari tíð. Leinki er her: https://www.atgongumerki.fo/fif/
Vælkomin til ovastevnurenning.
