Í uppskoti sum Ítróttarfyrimyndin 2022

Jógvan Glerfoss er í uppskoti sum ársins ítróttarfyrimynd 2022. Og í tí sambandi var eitt gott innslag í Kvf, har tey gjørdu nógv burturúr Jógvani og eisini kom frælsur ítróttur á breddan. Leinki til innslagi er niðan fyri og er heilt víst vert at hyggja eftir. Rós til Elnu og myndamannin og Símun Christian í…

Føroysk met, bólkamet og persónlig met

Tað var aftur ein góður dagur í Reykjavík í dag. Góðu úrslitini “regna” inn og føroysk met, bólkamet og persónlig met eru sett. Eisini er oyggjaleikakrav klárað Fyri at nevna onkur úrslit frá degnum í dag, hevur Arina L. Michelsen lopið 10,60 m í trístøkk, sett føroyskt innanduramet og klárað oyggjaleikakravið. Bára J. Glerfoss og…

Tey gera um seg í Íslandi

Meðan vit her heima hava illveður og tað als ikki hevði borið til at kappast í frælsum ítrótti undir okkara umstøðum, eru góð tíðindi at frætta úr Íslandi. Ein bólkur av okkara ungu íðkarum, saman við venjararnum, eru farin til Reykjavíkar at kappast. Har eru umstøðurnar sera góðar, tí tey kappast innandura í einari høll.…

Rógvi Kárason vann nýggjárshálvmarathon, so syngjandi

Leygarmorgunin 7.januar var árliga nýggjárshálvmarathon, sum Roysni skipar fyri. Ein kapping, sum hevur fleiri ár á baki. Starturin hevur altíð verið í Funningsfirði, og síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur málið verið í Runavík. Í ár var rutan broytt, so starturin var á Skála og málið var á Toftum, sum tað var áðrenn tunnilin kom. 38…

Jólaheilsan

Øllum okkara limum, við familju, ynskja vit eini gleðilig jól. Vit takka fyri tykkara íkast til felagsarbeiðið, tí uttan okkara góða limaskara, bar einki til. Vónandi leggjast enn fleiri góðir renni- og venjingartímar aftrat,frá nú til næstu jól. Vinarliga nevndin Ann, Ann-Mari, Eyð, Katrin og Rógvi

Kirkjurenningin 2022

Í fleiri ár hava rennarar í Havn runnu kirkjurenning jólaaftansmorgun. Eisini hava onnur, sum ikki eru knýtt at nøkrum rennifeløgum, og útisetar, runnið við. Onkuntíð hevur eisini verið ein barnaruta. Fyri øll er hetta ein góð byrjan til jólini. Tað var Rigmor N. Arge, sum tók hendan siðin við til Føroya, tá hon las í…

VK3 og Mikkel og Marita vunnu

Leygarmorgunin var lív í uttan fyri skótahúsið í Kollafirði. Rennikapping nummar trý í vetrarkappingini var á skrá og sum undanfarin ár, hava vit valt Kollafjørð at kappast í. Rutan er sløtt og góð og er vældámd av rennarum, sum luttaka í vetrarkappingini. Startur og mál var við skúlan við Sjógv og rennast skuldi eftir bygdavegnum…

VK3 í Kollafirði

Leygarmorgunin 6.december skipa vit fyri rennikapping í Kollafirði, Betri VK3. Hetta er triðja av 8 vetrarkappingum, og vit byrja kl. 11.00. Tilmeldingin og kunning er á hesari leinki:   https://www.atgongumerki.fo/fif/   Øll eru vælkomin við, eisini tey sum bara vilja renna til stuttleika. Allir bólkar byrja og enda sama stað. 10 km rutan er sløtt…

Børn og ung til jólahugna

Nú vit hava sett hol á december, var skipað fyri jólahugna í húsinum. Aftaná venjingina vóru børnini hjá Boga, Bragdaspírar, og tey ungu hjá Debes og Jógvani boðin til ein góðan bita. Vælsmakkandi lasanja var á matarskránni. Og omaná fingu tey holukøkur og annað lekkurt. Ein hugnalig jólaløta, har tey eisini spældu kahoot. Nú fara…