Bragdið skipar fyri ókeypis venjing til Kvinnurenningina á Tórsbreyt í Havn. Byrjað verður hósdagin 9. juni kl. 17. Bragdið bjóðar øllum kvinnum at koma og venja ókeypis til Kvinnurenningina. ALLAR kunnu vera við – tit, sum ganga og kanska renna eitt lítið sindur, tit, sum ganga og renna, tit, sum hava runnið eina tíð –…

Martin og Krista vunnu Tórshavn Marathon 2016

So er okkara størsta tiltak, Tórshavn Marathon, av á hesum sinni. Alt er ruddað og beint burtur, og býurin líkist sær sjálvum aftur. Hesa ferð settu vit markið til 500 luttakarar, men vit kundu gott havt fleiri, tí sera nógvir fyrispurningar vóru um startnummur, tá freistin var farin. Orsøkin til markið var, at vit ikki skuldu…

Úrslitini frá Tórshavn Marathon 2016

Tórshavn Marathon 2016 varð hildið í allarbestu líkindum í gjár, 4.juni. Úrslitini eru tøk og leinki er her : https://app.lap.io/event/2016-torshavn-marathon/results Og her eru nakrar myndir, sum Tórvør og Einar aftur í ár hava tikið. Fleiri myndir koma seinni og tað ber til at keypa myndir frá teimum : http://www.einarvang.com/torshavnmarathon2016 Fleiri myndir koma seinni, eins og longri…

Fólkaheilsurenningin 2016

Fólkaheilsurenningin verður eisini leygardagin 4.juni kl. 14.00 Hvør minnist ikki tær vælumtóktu fólkaheilsurenningarnar, har fólk í øllum aldri møttust og so gingu ella runnu ein túr saman ? Nú royna vit aftur, í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, at fáa øll út at røra seg. Børn, ung og vaksin eru vælkomin við. Teinurin er umleið 5 km…

Tórshavn Marathon 2016 slær øll met !

Tórshavn Maraton 2016 slær øll met Tórshavn Maraton nærkast og leygardagin 4. Juni fyllist Tórshavnar býur við føroyingum og útlendingum, sum fara at renna maraton, hálvt maraton, hálvt gongumaraton og Heilsurenning. Ongantíð áður hava so nógvir luttakarar meldað til maraton og vit hava tí verið noydd at avmarkaða luttøkuna til 500 rennarar. Av teimum 500…

½ marathon í Klaksvík

Nú eru nakrir dagar farnir, síðani FM í ½ marathon var í Klaksvík. Rutan var broytt í ár, í mun til undanfarin ár, og burtur vóru brekkurnar, so at rutan nú var sløtt. Eini 130 høvdu meldað til og sum altíð, vóru fleiri rennarar úr Bragdinum við. Ikki er so vanligt at hava haru við til…

Úrslitini frá fyrstu Stórkappingini

Tríggjar Stórkappingar eru tilsamans og tann fyrsta var leygardagin 21.mai. Feløgini skiftast um at skipa fyri saman við FÍF og hesa ferð var tað Hvirlan, sum átti tørn. Veðrið var av tí allarfagrasta og fleiri áskoðarar høvdu leitað sær á Tórsbreyt. Og tað er eitt sindur hugaligari at kappast, tá summar er í luftini. Fleiri áhugaverdar kappingar vóru…

Tårnby Games – okkara søga

Síðani 2006 hava ungir limir úr Bragdinum luttikið í Tårnby Games. Fyrsta árið fóru fýra luttakarir avstað, og í ár vóru tað 24 luttakarar í aldrinum 6 til 19 ár, sum luttóku. Fleiri nýggj andlit vóru við, sum ongantíð høvdu kappast við øðrum enn føroyingum og onkur hevði heldur ikki kappast á breyt fyrr. Ferðaliðið taldi tilsamans 44…