Havnardalur Backyard Ultra

Alt spældi væl av, tá vit skrivaðu søgu leygarmorgunin 30.september kl. 9. Tá var fyrsta ultrarenningin, Havnardalur Backyard Ultra 2023. Luttøkutalið var sett til 40 og nakrar dagar undan kappingini var fullteknað. Okkurt forfall var á degnum, og tí kundi onkur, sum brellaðist eftir at royna hesa renningina, sleppa við. Royndir og óroyndir rennarir vóru…

Stuðul latin Sclerosufelagnum

Í 2019 byrjaðu Bragdið og Sclerosufelagið at samstarva um flaggdagsrenningina. Flaggdagsrenningin hevur nógv ár á baki, og við samstarvinum royna vit at fáa enn fleiri fólk at røra seg. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og harafturat ber til hjá øllum, sum melda til renningina, at lata eina upphædd til felagið. Sclerosufelagið er sjónligt…

Havnadalur Backyard Ultra fyri fyrstu ferð

Leygarmorgunin 30.september kl. 9.00 verður fyrsta Backyard Ultra rennikapping nakrantíð hildin í Føroyum. Siga vit Backyard, hugsa vit beinanvegin Hallur Holm og hann er eisini oddamaður fyri hesari kappingini. Inni á renn.fo er grein, sum Hallur hevur skrivað og sum vónandi fáa fleiri at brellast og melda til. Leinki er her.  

Faroe Express Stafettin 2023

Leygardagurin tann 26.august var ein góður dagur. Tá var Faroe Express Stafettin og í allar fagrasta veðri runnu og gingu heili 396 lið við trimum luttakarum hvør, niðri á kajøkinum. Hetta er metluttøka og vit eru enn í hopla! Tað var fyri nøkrum árum síðani, í 2012, at ein nevndarlimur í Bragdinum helt, at vit…

Oliver eisini føroyameistari á 10000 m

Sunnudagin 13. august var FM í 10000 m á Tórsbreyt. Aftur hesa vóru bara mannligir luttakarar, 5 í tali, allir úr Bragdinum. Veðrið var avbera gott, ella sjáldsama gott, heitt og ikki eitt lot. Oliver Granhøj legði seg á odda beinanvegin og helt føringina allar 10000 metrarnar. Hann vann við tíðini 34.57. Næsti maður var…

Teresa setti føroyskt met

Vikuskiftið 10.-13.august var FM fyri allar aldursbólkar. Eitt føroyskt met var sett, í hæddarlopi og tað átti Teresa Bláhamar. Hon leyp 1.63. Hesa ferð eydnaðist tað, sum hon royndi á Oyggjaleikum. Hjartaliga til lukku Teresa 🙂

Oliver føroyameistari á 5000 m á breyt

Hetta vikuskiftið er FM á breyt. Kappingarnar byrjaðu í kvøld, fríggjakvøld, og tær halda fram til sunnudagin seinnapartin. Undanfarin ár hava børn og ung, ung og vaksin kappast fyri seg tvey vikuskiftið, men í ár er alt lagt saman og orsøkin er, at tað er lættari at fáa hjálparfólk og tí at tað ikki eru…

Jónas er EM-U20 meistari!

Vit fáa ikki armarnar niður aftur!! Tí Jónas hevur gjørt tað aftur og vit eru glað og errin, og ikki minst rørd, nú hann setti allar hinar upp á pláss til EM-U20. Hallur Holm skrivar soleiðis á Facebook í dag: “Í dag kl. 16.52 føroyska tíð, skuldi Jónas Isaksen úr Bragdinum renna eina EM-U20 finalu…

Ólavsøkurenningin – úrslit og vinnaramyndir

Vit kundu næstan ikki ynskt okkum betri umstøður í dag, tá siðbundna ólavsøkurenningin var runnin niðri á Skálatrøð. Nógvar luttakarar og serliga nógv børn, gott veður, nógvar áskoðarar og gott lag. Hesa ferð royndu vit eina nýggja tíðtakingarskipan og hon riggaði stak væl. Millumtíðir hjá teimum vaksnu, sum runnu 5 km og úrsliti vóru tøk…

Ólavsøkurenningin 2023 og heinta startnummur

Tað er á Skálatrøð, ólavsøkan byrjar. Í hvussu er renna vit ólavsøkuna í gongd 27.juli kl. 18.00. Tilmeldingin er afturlatin og startnummur skulu heintast í Fabrikkini, niðri í Rættará (Sigmundargøtu) Vit plaga at býta startnummur út har, men fyri tykkum, sum ikki vita hvar tað er, er lættast at siga, at tit skulu aftur um…