20750 kr til Sinnisbata

Føroyar renna var í ár skírishósdag, 1. apríl. Tað vóru um 420 tilmeldingar í øllum landinum. Tiltakið var ókeypis, men tað bar til at stuðla Sinnisbata við upphæddum frá 50 krónum og meira. Tórshavnar Kommuna stuðlaði tiltakinum, saman við Visit Tórshavn, og tí kundu vit gera tað soleiðis, at einki luttakaragjald varð kravt. Føroyar renna…

Flaggdagsrenningin 2021

Ljósari tíðir,  vár og Flaggdagsrenning!   Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 35. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning…

FM 10 km – Sarah vann

Í dag var seinasta umfar av Betri Vetrarkappingini runnið, VK 8, sum eisini er kapping um føroyameistaraheiti á góðkendum 10 km teini. Veðrið var framúr gott og rennilíkindini vóru sera góð. Fleiri rennarar úr Bragdinum vóru við aftur hesa ferð. Á kvinnusíðuni fingu vit meistaraheiti í hús, tí Sarah Vallin vann klárt, nakrar minuttir framman…

Ársaðalfundurin

Mikukvøldið var ársaðalfundurin í hølunum hjá Klintra. Ársaðalfundir eru ikki nakað, sum samlar nógv fólk, men uppmøtingin var góð. Gott kjak og prát og góður fundur. Hilmar var fundarstjóri, sum vanligt, og uppgávuna kláraði hann til fulnar aftur í ár. Forkvinnufrágreiðingin var næstan líka rúgvismikil, sum tá korona ikki órógvar, hóast nógvar avlýsingar av tiltøkum.…

Aðalfundur felagsins

Góðu limir Bragdið hevur aðalfund mikukvøldið 24.februar kl. 19.00. Fundurin verður í hølunum hjá Klintra. Fyri vali standa tríggir nevndarlimir, Ann, Rógvi og Katrin og tey hava øll hug at halda fram. Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra Formaður sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan.…

Betri VK5 og FM úrslitini

Fyrrapartin 6.februar var Betri VK5, sum eisini er FM í lendisrenning, runnið í Hoydølum. Kavin gjørdi, at rutan mátti broytast eitt sindur, tí ov hált var í viðarlundini. Tað var mett ikki ráðiligt at renna á kava- og glerkløddu gøtunum og tí var rutan, øll sum hon var, runnin á fløtuni, somu rutu sum vanligt,…

Broytt Tórshavn Marathon 2021

Tórshavn Marathon 6. juni 2021 einans fyri føroyingar Vit høvdu glett okkum til, at Tórshavn Marathon 2021 skuldu verða tað størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð. Við fleiri rennarum enn nakrantíð áður. Úr fleiri londum enn nakrantíð áður. Fyri rennarum úr øllum heiminum, sum skuldu koma til Føroyar at renna heimsins vakrasta marathon í okkara fantastiska…

Betri VK5 og FM í lendisrenning

Leygarmorgunin 6.februar er FM í lendisrenning og runnið verður í Hoydølum. Nú er møguleiki hjá øllum áhugaðum at renna á øðrvísi undirlagi, tí runnið verður úti á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Hetta er fimta umfar í Betri vetrarkappingini, Betri VK5, og er samstundis FM í lendisrenning. Øll eru vælkomin at renna við. Ofta…

Betri VK4 úrslitini

Fyrsta rennikappingin í 2021 var í Vágunum í dag, 16.januar. Tað var fjórða umfar av Betri VK4. Úrslitini eru á leinkinum niðanfyri: https://www.webscorer.com/race?raceid=231224&live=1&fbclid=IwAR379P-MHriEdPf01H6D1LTEMNdxSCxqVXG3EMkXidt0n7BsF4tB_vwOMw8 Av 53 luttakarum vóru 24 úr Bragdinum. Sera tætt var millum nr 1 og 2 hjá monnunum, og har dróg Bjarki Johannesen longra stráðið. Hjá kvinnunum var eingin ivi. Har vann Rebekka…

Jólaheilsan

Góðu limir Tykkum øllum, við familju, ynskja vit eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Takk fyri árið, ið skjótt fer at enda. Hetta hevur verið eitt sermerkt ár, har kappingar blivu útsettar og avlýstar. Men tit hava øll vant miðvíst og tað kemur tykkkum til góða, tá tíðirnar fara at broytast aftur. Takk fyri…