FÍF skipar fyri venjaraskeiðið

Vikuskiftið 14. og 15. november skipar FÍF fyri venjaraskeiðið. Ongar serligar fortreytir eru fyri at luttaka, so tað er ikki at halda seg aftur. Bragdið hevur altíð brúk fyri venjarakreftum og hjálparfólkum. Hetta er fyrsti partur av trimum skeiðum og tað er ókeypis at luttaka. Meira sæst at lesa her:  

Aftur ein góður DMU dagur

Seinni dagur í Hvidovre: Aftur ein sera góður dagur hjá føroyskum frælsum ítrótti, og teimum trimum 15 ára gomlu íðkarunum úr Bragdinum, sum í vikuskiftinum hava luttikið í donsku meistaraskapinum í frælsum ítrótti fyri ung (DMU) á Hvidovre Atletik Stadion. Arina Ludvig ognaði sær bronsu við einum trístøkkslopi á 9,93 m (w: -0,6). Løtu seinni…

Bragdaungdómur ger um seg til DMU

Hetta vikuskiftið er DMU í Hvidovre og Bragdið hevur tríggjar ungar íðkarar við. Arina Ludvig, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss. Ikki kann sigast annað, at dagurin hevur gingið væl. Ella sum venjarin úttalar seg, so hevur tað verið ein fantastiskur dagur í Hvidovre! Tey trý  luttóku í 4 greinum og øll settu persónlig…

DMU úrslitini

DMU vikuskifti er av og tey í ferðalagnum úr Bragdinum eru komin heim aftur í øllum góðum. Kappast var í Ålborg. Veðrið vísti seg ikki frá tí bestu donsku síðu. Lýtt, men leygardagin var rættiligt áarføri og tað órógvaði sjálvsagt kappingarnar eitt sindur. Skovdalen atletikbane liggur væl innigyrdur av trøum, so tann vindurin sum var, kom slett ikki oman á…

Bragdið við til DMU

Fyri viku síðani kappaðust tey á Tórsbreyt – nú eru tey í Ålborg, har DMU verður hildið. Í ferðalagnum eru hesi við: Bjørg, Tummas, Teresa, Bára, Andreas og Elisabet. Venjari og ferðaleiðarar eru Jógvan og Gunnvá. Umstøðurnar eru ávirkaðar av korona, so eingir áskoðarar eru til stevnuna og bara tey, sum hava við kappingina at…

FM ung

Hetta vikuskiftið, sum júst er farið afturum, var nógvur aktivitetur á Tórsbreyt. Meðan fjølmiðlar gjørdu nógv burturúr fótbólti og hondbólti, mundu tað verða fá sum vistu, at ung í frælsum ítrótti kappaðust um FM á Tórsbreyt. Tríggjar dagar á rað, tí longu fríggjakvøldið var rimarenningin avgreidd. Hildið var fram leygardagin,  og sunnudagin vóru seinastu meistararnir…

Góð FM úrslit fyri vaksin

Leygardagin 22.august var FM fyri vaksin á Tórsbreyt. Undirtøkan var ikki so galin, veðrið var av tí fræga og úrslitini vóru góð. Eitt fitt lot, nokk so kalt, men til flestu kappingarnar var vindurin góðkendur. Nógv kend andlit vóru við, og okkurt spennandi og nýtt andlit var at síggja, og til 5 km kappingina, luttóku…

Kvinnurenningin 2020

Kvinnurenningin, sum Kvinna og Bragdið skipa fyri í felag, verður í ár øðrvísi, enn hon plagar. Renningin skuldi verða í mai, var síðani flutt til 12. september, og fyrireikingarnar vóru í gongd nú Korona aftur fór at herja. Fyri at halda almennu tilmælini  er gjørt av, at Kvinnurenningin, hóast alt, verður. Men vit fara at…