Tvey marathon hava verið hetta vikuskiftið, HCA marathon í Odense og Berlin Marathon. Rennarar úr Bragdinum vóru við í báðum. Rógvi Kárason og Heidi Jógvansdóttir runnu í Odense og Henry Olsen og Súni Jacobsen runnu í Berlin. Haraftrat rann Peter Jensen ½ marathon, sum eisini var í Odense.
Rógvi rann væl og kom á mál við tíðini 2.41.50, sum eisini er besta tíðin hjá honum. Hetta var næsta marathon, hann rann, og tá hugsað verður um at hann bæði er ungur marathonrennari og ungur av aldri, verður spennandi at fylgja honum. Fyrsta marathon rann hann 3.01.50, so hetta er stórt persónligt met.
Samanlagt var hann nr 8, og í sínum aldursbólki 23-29 ár, gjørdist hann nummar 3. Flott runnið Rógvi.
Heidi hevur runnið fleiri marathon og hevur eisini verið í Odense fleiri ferðir. Í dag kom hon á mál við tíðini 3.56.25.
Í Berlin var ferðin eisini høg og tá Henry, sum er superveternur til kappingar her heima, kom á mál, var tíðin 2.46.30, sum eisini er ein sera góð tíð. Henry hevur runnið væl og hevur luttikið í fleiri kappingum í vetur, har hann altíð var millum teir fremstu.
Súni var rann eisini væl í Berlin og kom á mál við tíðini 3.32.04.
Peter rann ½ marathon dag, og tíðin hjá honum var 1.18.12. Hann hevði tað strævið frá uml 14 km, helst tí hann so stutt síðani rann ½ marathon í Keypmannahavn. Sum hann sjálvur sigur, var tað mest fyri at stuðla Rógva, at hann rann í Odense.
Hallur Holm, okkara vælvitandi Bragdamaður, skrivar soleiðis um Rógva og Henry:
Eina heilsan fáa tit øll frá okkum – hjartaliga til lukku við avrikunum øll somul. Vit eru errin og glað tykkara vegna.
Góða heimferð.