Nú vit hava sett hol á december, var skipað fyri jólahugna í húsinum. Aftaná venjingina vóru børnini hjá Boga, Bragdaspírar, og tey ungu hjá Debes og Jógvani boðin til ein góðan bita. Vælsmakkandi lasanja var á matarskránni. Og omaná fingu tey holukøkur og annað lekkurt.
Ein hugnalig jólaløta, har tey eisini spældu kahoot.
Nú fara yngru børnini í jólafrí, meðan tey eldru halda fram við venjingini, tí tey skulu til kapping í Íslandi.