Vikuskiftið 30./31.august og 1.september var kappast um føroyameistaraheitið í frælsum ítrótti á breyt. Hesa ferð vóru tað børn og ung, sum kappaðust.
Nógvir startir, spent børn og góðir og stuðlandi áskoðarar. Persónlig met, okkurt bólkamet og nøkur fóru heim við heiðursmerkjum. Veðrið var av tí fagrasta alt vikuskiftið og bara tað gjørdi, at hýrurin var eyka góður.
Raskur ungdómur vit eiga og ikki minst, góð hjálparfólk, sum skulu til, fyri at tiltakið skal eydnast. Takk fyri tykkara innsats.
Summi av okkara íðkarum hava frí í nakrar vikur, onnur skulu til DMU og so hava nakrar tiltrongdar frídagar, aftaná at hava vant í alt summar.
Øll úrslitini eru á leinkinum niðanfyri:
https://meets.rosterathletics.com/public/competitions/details/schedule?id=25608