Leygarmorgunin 6.december skipa vit fyri rennikapping í Kollafirði, Betri VK3. Hetta er triðja av 8 vetrarkappingum, og vit byrja kl. 11.00.
Tilmeldingin og kunning er á hesari leinki:
https://www.atgongumerki.fo/fif/
Øll eru vælkomin við, eisini tey sum bara vilja renna til stuttleika. Allir bólkar byrja og enda sama stað. 10 km rutan er sløtt og vit byrja við skúlan, renna yvir á Sperm og sama vegin heimaftur. Børnini renna 3 km og venda við barnagarðin. Heilsurennarar renna ella ganga 5 km, tvs at tey venda við Atlanticpane.
Vit halda til í skótahúsinum, sum er beint við startin. Har útflýggja vit startnummur, handa heiðursmerkini og bjóða ein drekkamunn aftaná renningina. Tað ber eisini til at skifta klæðir, tó eru ongar brúsur.
Vit síggjast.