Í okkara felagið nærkast limatalið 300. Limirnir eru frá 7 árum til yvir 70 ár. Øll hava ymisk mál, men felags fyri øll er, at vit elska at venja og renna. Børnini samantvinna venjing og spæl, ungdómurin venur seriøst so at siga hvønn dag og tey vaksnu venja eisini saman fleiri ferðir um vikuna. Vit hava tey, sum seta sær mál at orka betri at renna 5 km, onkur rennur saman við vinunum, tí tað er hugnaligt, summi vilja orka ½ ella heilt marathon og so hava vit fjallabólkin, sum tímir best at renna og ganga í fjøllunum.
Og so er tað hini, sum seta sær enn størri mál – ultra long mál. Okkara ultrarennarar.
Ein av okkara elstu limum og sum eisini hevur staðið á odda sum formaður í Bragdinum, hann sum byrjaði Tórshavn Marathon, Robert Vilhelmsen, og sum hevur runnið marathon runt í verðini, hevur eisini runnið ultralangt. Tá hann fylti 70 ár, ætlaði hann at renna 70 km, men umstøðurnar gjørdu tað soleiðis, at hann rann 70 km dagin fyri hann fylti 71 ár. Vit hoyrdu tað umvegis onkran annan í felagnum, at Robert skuldi til arbeiðis, men í staðin fyri at koyra á Óðinshædd, valdi hann at leggja leiðina inn í Kaldbaksbotn. Har rann hann aftur og fram inntil 70 km vóru lagdir afturum. Hallur Onghamar, versonurin, og Súni Jacobsen, runnu við ein part av rutuni. Hann rann ein heilan arbeiðsdag, og tað er ikki bara nakað ein og hvør kann gera. Tað krevur úthaldni og ein ótrúligan vilja at gjøgnumføra ein so langan tein og vit eru imponeraði av avrikinum. Tú ert ein fyrimynd Robert, og tú ert eitt livandi dømi um, hvussu gott tað er at halda kropp og sál við líka. Skuldu vit gitt aldurin, høvdu vit í hvussu so er ikki gitt, at tú ert fyrst í 70´unum.
Hjartaliga til lukku Robert 🙂