Fyrrapartin sunnudagin 18.september var ½ marathon runnið í Keypmannahavn. Fleiri luttakarar runnu við úr Bragdinum aftur hesa ferð.
Ein av teimum ivaðist, um hon yvirhøvur skuldi fara, tí korona hevði herjað á aftur fyri aðru ferð og venjingin hevði verið so sum so. Hetta er Marita Andrasardóttir vit skriva um. Hon valdi tó at fara og sikkin ein túrur. Hon rann so mikið væl, at tíðin, tá hon kom á mál, var 1.26.34 sum fyri tað fyrsta er persónligt met við eini tveimum minuttum og fyri tað næsta, so hevur hon klárað Oyggjaleikakravið. Vit eru imponeraði! Marita er ungur rennari og er nokk so nýggj í Bragdinum og árini eru 46. Vit hava gott nokk sæð, at Marita hevur góð rennievnir og tað hevur hon so sanniliga víst okkum í dag.
Hjartaliga til lukku Marita – vit gleða okkum at fylgja tær á leiðini.
Og øll hini úr Bragdinum, sum hava runnið í Keypmannahavnargøtum í dag, skulu eisini fáa eina tillukku heilsan frá okkum.
Nú er at njóta løtuna aftaná 🙂