DAGFØRING!
Hallur rann 37 umfør, 248 km! Hann er føroyingurin, sum hevur runnið longst av øllum. Hjartaliga til lukku Hallur, tín knassi 🙂
Tað er ein øgilig mental styrki, sum skal til. Vit onnur runnu ein túr, ótu morgunmat, gjørdu eitt sindur av hvørjum, fingu okkara náttarsvøvn, meðan Hallur rann og rann. Vit eru imponeraði! Og kenna vit Hall rætt, so er hann skjótt aftur at síggja í Havnargøtum, rennandi.
Góða ferð heim Hallur og Elisabeth 🙂
Teksturin niðanfyri er skrivaðu sunnudagin:
Síðani í gjár, leygardagin 15.oktober, hava vit í Bragdinum og fleiri við okkum, hildið eyga við Facebook. Vit fylgja nemmiliga við okkara egna Halli Holm, ultrarennaran yvir øllum, sum rennur við danska landsliðnum í Backyards Ultra. Umframt Hall, eru 14 aðrir ultrarennarar við.
Renningin byrjaði kl. 14 í Horsens og rennast skulu 6,7 km hvønn tíma, líka so leingi, sum tey orka. Í skrivandi stund hevur Hallur runnið 33 umfør, og er farin út á 34´inda, Seinast hann rann, náddi hann 32 umfør, so hann hevur runnið seg til persónligt met!!
Á síðulinjuni eru góð fólk at hjálpa Halli. Har eru Elisabeth, Borgarhjørt og Carsten og tey hjálpa honum við mati, massagu o.ø. so hann er klárur aftur til næsta umfarið. Tey eru eisini ófør at miðla víðari, so vit fáa dagføringarnar so hvørt.
Á leinkinum niðan fyri, er Facebook síðan hjá tiltakinum og har ber til at forvitnast:
https://www.facebook.com/HorsensBackYardUltra
Eingin er sum Hallur! Ótroyttiligur og úthaldandi, sum fáur.
Koyr á Hallur!