Bragdið við í DMU hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið eru Bragdaíðkarar í Skive, har tey luttaka í DMU. Vit hava fingið eina góða frásøgn sendandi: Leygardagur DMU inni Skive 29/2-2020 Elisabet og Margit settu hol á DMU innandura 2020 DMU verður í ár hildið undir góðum umstøðum í Skive. SparNord Arena leggur lunnar undir Donsku meistaraheitini í frælsum ítrótti. Innandura høllin er…

Signar B. Røsvik Føroyameistari í Lendisrenning

Leygarmorgunin 8.februar var Betri VK5, sum samstundis var FM í Lendisrenning. Bragdið og FíF skipaðu fyri. Runnið var í náttúruvøkru perluni í Hoydølum, úti á fløtuni og inni í plantasjuni. Ikki er nógv asfalt undir fótunum, og tí er hetta ein avbjóðandi og øðrvísi renning enn hinar renningarnar eru. Men uppmøtingin var góð og nógv var…

Vælkomin til VK5 og FM í Lendisrenning

Betri VK5 í Hoydølum Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi! Leygarmorgunin 8.februar er fimta vetrarkappingin og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar,…

Aðalfundur felagsins verður 27.februar 2020

Góðu limir Bragdið hevur aðalfund hóskvøldið 27.februar kl. 19.00. Fundurin verður í ÍSF húsinum. Fyri vali standa tveir nevndarlimir, Ann-Mari og Eyðun og tey hava bæði hug at halda fram. Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra Formaður sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan. til aðalfundin.…

Sunnudagurin í Stórmót

Seinni dagurin er at enda komin, hvat kappingunum viðvíkur. Fleiri av íðkararnum hava sett persónlig met, og hava aftur í dag gjørt sítt allarbesta. Tey, sum hava gjørt besta framstig í hvørjari kapping, fáa eisini heiðursbræv frá fyrireikararnum og tað hava fleiri av okkara fingið. Elisabet Holm Simonsen tangeraði innandurametið í 200 m renning hjá…

Leygardagurin í Stórmót

Síðani tiðliga í morgun, leygarmorgun, hava okkara børn og ung kappast í innandurahøllini í Reykjavík. Góðar umstøður, sum fleiri av teimum hava roynt fyrr, meðan onnur eru við fyri fyrstu ferð. Umstøður, sum vit so brennandi ynskja okkum her heima. Og tað hevur gingið væl. Fleiri hava sett persónligt met, onnur hava tikið okkurt metið,…

Bragdið í Íslandi

Tíðliga í morgun, fríggjamorgun 17.januar, fór ein Bragdarhópur til Íslands at kappast. Við á ferðini eru íðkarar, venjarar og foreldur. Kappingin byrjar leygarmorgunin og heldur fram sunnumorgunin, og tey koma heim aftur mánadagin. Vit frætta meira frá teimum seinni.      

Nýggj tíðtaking til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2020

Tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður tann 7.juni 2020, fara vit í samstarvið við Ultimate Sport Service at halda skil á tíðini hjá luttakararnum. Tað ger so eisini tað, at tilmeldingin fer frá mánadegnum 13.januar at koyra gjøgnum ta skipanina. Ultimate Sport Service er ein av teimum fremstu tiðtakingarskipanum í Skandinavia og bjóða seg fram…

Jólaheilsan

Góðu limir Vit ynskja tykkum øllum, við familju, eini góð og hugnalig jól. Sum vanligt hevur verið tey seinastu árini, renna vit ein felagstúr til jólatrøini í býnum, 2. jólamorgun. Vit byrja kl. 9.00 á Tórsbreyt og hava ein drekkamunn aftaná. Bragdið bjóðar te og kaffi og tað afturvið, taka vit við sjálvi. Nevndin Ann,…

Bragdarhúsið letur aftur 31.12.

Fyri tveimum árum síðani, kunngjørdu vit á aðalfundinum, at vit ætlaðu at lata Bragdarhúsið aftur. Húsið skal takast niður í samband við útbyggingina í Gundadali, men enn vita vit ikki akkurát nær tað verður. Ungdómurin brúkti rennibondini, men tey eru farin aðra staðni at venja og tí stongja vit húsið endaligt 31.12.19. Allir Bragdarlimir kunnu…