Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2019

Atlantic Airways Tórshavn Maraton 2019   Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina og tí gera vit tað sjálvandi eisini í Tórshavn. 17. árið á rað renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon og vit…

Føroysk met í Tårnby

Hetta vikuskiftið er Tårnby Games og sum vanligt, hevur ein Bragdahópur verið við og sett dám á leikirnar. Hetta er ferðin, har íðkarar, sum hava verið ídnir at møtt til venjingarnar her heima,  fáa møguleikan at sleppa við til Tårnby.  Og fjepparafjøldin er mangan stór, tí foreldur, systkin og onnur eru við í ferðalagnum. Nógv…

Úrslitini frá Flaggdagsrenningini

Flaggdagsrenning nr. 33 í røðini var í dag og vinnarin í ár var Rógvi Kárason, sum vann fyri fyrstu ferð. Nummar 2 og 3 vóru teir garvaðu Henry Olsen og Sam Vang. Allir tríggir úr Bragdinum. Hjá kvinnunum var sami vinnari, sum 8 tey undanfarnu árini, Rebekka Fuglø ur Treysti. Sarah Vallin, Bragdið, og Súsanna…

Start nummur til Flaggdagsrenningina

Start nummur til renningina í dag, skulu heintast í Snarskivuni millum kl. 13 og 15. Vit vilja minna á, at tað ber einans til at melda seg til Heilsurenningina, sum vit skipa fyri, saman við Sclerosufelagnum.  Tað verður gjørt i Snarskivuni. Tilmeldingin til hinar kappingarnar eru stongdar. Børnini renna fyrst, síðani tey vaksnu og heilsurennarar,…

Sarah klár til OYL 2019

Tað legst afturat Oyggjaleikahópinum, tí nú hevur Sarah Vallin úr Bragdinum klárað kravið á ½ marathon teininum. Hon rann sunnudagin ½ marathon í Keypmannahavn og kom á mál við tíðini 1:26:29. So nú eru 7 luttakarar við úr okkara felagið. Sarah er svensk og arbeiðir í Føroyum og frá fyrsta degi hevur hon verið limur í Bragdinum.…

Oyggjaleikaklárur ungdómur

Oyggjaleikirnir eru á Gibraltar í summar og í Bragdinum eru vit sera spent og glað, tí í kvøld legðist afturat hópinum, tá  sætti íðkarin kláraði Oyggjaleikakravið í trístøkk. Kravið er 10,50m og frøin var stór á venjaranum og Margit sjálvari og øðrum, tá hon leyp tvær ferðir yvir kravið. Hon leyp nemmiliga 10,62 og 10,59. Sera…

Opnar kappingar á Tórsbreyt 10. til 13. apríl 2019

Mikudagin 10. Apríl verður kappast í hesum greinum. Kl. 17.00: Trístøkk fyri dreingir og gentur Kl. 17.20: Longd fyri dreingir og gentur Kl. 17.40: 200m Dreingir Kl. 17.50: 200m Gentur Kl. 18.00: 400m Dreingir Kl. 18.10: 400m gentur Hósdagin 11. Apríl verður kappast í hesum greinum: Kl. 17.30: 400m Dreingir Kl. 17.40: 400m Gentur  …

ÍSF 80 ár og Bragdið hevur “opið hús”

Í samband við 80 ára føðingardagin hjá ÍSF, hava tey heitt á feløgini at hava opið hús. Bragdið bjóðar øllum áhugaðum til opið hús á Tórsbreyt, leygarmorgunin frá kl. 8.30 til kl. 11.00. Fyrsti parturin er fyri vaksin, har møguleiki er at renna ein túr við limunum, sum renna hvønn leygarmorgun. Eisini ber til at…

Flaggdagsrenning nr 33 og heilsurenning

Bragdið bjóðar øllum til Flaggdagsrenning og heilsurenning. Okkara góða, gamla Flaggdagsrenning, bæði fyri einstaklingar og virki, verður aftur í ár og so fara vit eisini, í samstarvi við Sclerosufelagið, at skipa fyri heilsurenning. Tíðindaskrivið er her: Ljósari tíðir,  vár og Flaggdagsrenning! Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 33. í…

Opnar kappingar á Tórsbreyt 1. apríl 2019-Úrslitini

Úrslitini frá opnu kappingini 1. apríl eru her: Úrslit 1 April 2019 Tórsbreyt – FO Opnar kappingar verða á Tórsbreyt mánadagin 1. apríl 2019 . Kappingarnar eru fyri ung og vaksin, 14 ár og eldri (árgang 2005 og áðrenn). Skráin er henda: Mánadagur 1. apríl Kl. 17.00: Trístøkk Kl. 17.30:  Longdarlop Kl. 18.00: 100m Kl. 18.15:  200m…