Herluf og Six Majors Marathon

Seinast í februar í ár, vóru Herluf Jakobsen og konan Sólrun, í Tokyo. Hetta var ikki nøkur feria, tí ørindini vóru greið! Herluf skuldi renna  Tokoyo Marathon. Hetta var ikki “bara” enn eitt marathon, men strembanin eftir at røkka seks teimum størstu. Og tað eydnaðist og Herluf kann tí verða sera errin av at hava runnið Six…

Nýggja nevndin hevur skipað seg

Á fyrsta nevndarfundinum, aftaná aðalfundin, var fyrsta mál á skránni, at nevndin skuldi skipa seg. Og soleiðis sær nevndin út nú: Ann Thomsen, forkvinna Niels Poulsen, peningarøkil Eyðun E. Jacobsen, skrivari Ann-Mari av Skarðið, nevndarlimur Rógvi Johansen, nevndarlimur Sum skrivað áður, eru Eyðun, Ann-Mari og Rógvi nýggj í nevndini. Vit fara halda fram við góðum…

Eirikur vann Betri VK8 og FM

Endabresturin í Betri Vetrarkappingini var leygardagin 17.mars í Runavík. Hetta var áttanda umfari og samstundis var kappingin eisini um, hvør vann FM heiti á 10 km teininum. Eirikur Hansen var fyrstur á mál og gjørdist fyri fyrstu ferð føroyameistari. Hetta var fimta ferðin at Eirikur vann av teimum seks kappingunum, hann hevur luttikið í. Hjartaliga…

Eirikur fyrstur á mál í Betri VK7

Leygarmorgunin 3.mars var sjeynda og næstseinasta umfar í vetrarkappingini runnið. Tvøroyri og Vágur skiftast um at hava kappingina og hesa ferð var túrurin komin til Vágs. Eini 40 luttakarar runnu við og av teimum var Bragdið væl umboðað. Eirikur Hansen kom fyrstur um málstrikuna og var sostatt Vk7 vinnari. Vit kunnu nevna, til stuttleika, at…

Aðalfundurin

Aðalfundur felagsins var hildin í ÍSF húsinum mánakvøldið 26.februar kl. 19.00 Hilmar Høgenni var fundarstjóri og tað uppgávuna kláraði hann til fulnar, aftur hesa ferð. Formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri farna árið vóru kunngjørd. Eisini skuldi nevndin mannast við trimum fólkum, nú Sunneva, Rúni og Bjørg takkaðu fyri seg. Fýra fólk bjóðaðu seg fram: Ann-Mari av…

Betri VK6 á Fossánesi og Eirikur vann

Betri seint, enn ongantíð! Her er leinki til frásøgnina á renn.fo, um sættu vetrarkappingina, sum var runnin á Fossánesi seinasta vikuskiftið. Andrias var fyrstur á mál og sjálvt um hann (og aðrir) runnu í stuttum buksum, so var tað ikki serliga várligt. Kalt og heglingur, men á mál komu tey so. Grein, úrslit og myndir…

Aðalfundur felagsins.

Góðu limir Bragdið hevur aðalfund mánakvøldið 26.februar kl. 19.00. Fundurin verður í ÍSF húsinum. Fyri vali standa tríggir nevndarlimir, Bjørg, Rúni og Sunneva. Fundarskráin á aðalfundi er hendan: Val av fundarstjóra Formaður sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. jan. til aðalfundin. Val av nevndarlimum og tiltakslimi. Innkomin mál. Framløga…

Úrslitini frá Betri VK5 í Hoydølum

Betri VK 5 og FM í Lendisrenning var í dag runnin niðri í Hoydølum. Veðrið var av tí fagrasta, fløtan var vát av regninum í nátt og lagið á luttakararnum var sera gott, sum fóru heim aftur við vátum og skitnum skóm. Júst, sum ein lendisrenning eigur at verða. Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø úr…

Limagjaldið 2018 – nýggja skipan

Góði limur í Bragdinum Í eini roynd at lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av limagjaldinum. Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum. Um tú ynskir at skráseta einstakling, vinaliga trýst so her. Um…

Betri VK5 leygardagin 3.februar

So er aftur rennikapping og hesa ferð flyta vit okkum oman í Hoydalar at kappast. Burtur frá asfaltinum, til at renna lendisrenning. Hetta er bæði 5. vetrarkappingin og eisini FM í Lendisrenning. Bragdið er vertur, saman við FÍF, av tí at tað er FM. Tilmeldingin er klár og gott hevði verið, um tit meldaðu til…